Í 2003 sang hann seg inn í hjørtuni á øllum føroyingum og mongum danum, tá hann vann sangkappingina Stjerne for en aften á DR 1.
Stutt seinni legði hann tó tónleikin til viks, men ein dagin kom hann til sín sjálvs aftur. Tónleikurin manglaði, og tí fór hann undir at spæla og skriva aftur, hesa ferð undir heitinum Saint Kodiak.
Í dag gevur hann so fyrsta staklagið út, Fade to White.
Gunnar Mikkelsen eitur nú Gunnar Holm-Lintermann og býr í Oslo. Á eini tónleikaferð í Danmark í fjør kom hann í samband við Mads Brinch, tónleikaraframleiðara hjá millum øðrum donsku tónleikanøvnunum Bisse og Mellemblond. Teir báðir løgdu ætlanir um at gera eitt ljóð, sum skuldi vera bæði nýtt og gamalt.
- Eg eri ein popp/rokk-sangari inn á bein og royni alla tíðina at endurnýggja meg, men Mads bað meg royna meg innan soul av tí gamla slagnum. Hesum høvdu bæði eg og tónleikurin tørv á. Ljóðið er nú heitari, meira organiskt og svingar betri, sigur Gunnar Holm-Lintermann.
Fade to White er ein smakkiroynd upp á komandi útgávuna og er íblást av egna lívinum hjá Gunnari Holm-Lintermann.
- Fade to White er snari í nýggju útgávuni. Hon talar um vón og innari styrki, um eitt stað í sinninum, sum eingin annar kann taka frá tær. Hetta er ein sangur, sum gav mær tónleikin aftur, sigur hann.
Útgávan Fume kemur út 15. novembur.
Fade to White er at finna á Spotify.
Yvir greinini er upptøka frá finaluni í Stjerne for en Aften í 2003.