Jenis av Rana
-----------
- ein áheitan á tilskotsnevndina fyri heilivág viðvíkjandi stuðli til CTD heilivág.
- og til heilsumyndugleikarnar um at loyva genkanningum fyri at finna berarar av CTD.
Loksins tykjast fjølmiðlar hava skilt, at sannleikin um sjúkuna CTD er álvarsligari og minni fýrkantað, enn heilsumyndugleikar okkara higartil hava valt at trúgva. Ikki tí, teir hava væl vitað tað, tí meira enn ein, bæði úr læknafakliga og úr sjúkuumhvørv-inum, hava áður alment gjørt vart við, at málið er meira komplekst enn myndugleik-arnir hava viljað verið við. Hesi, hvørs hugsanir nú tykjast fáa ljóð, vita, at vitanin um CTD er ov lítið ítøkilig til, at so avgjørdar avgerðir viðvíkjandi sjúku ella ikki, genkanningum ella ikki og tilskoti til carnitin ella ikki kunnu verða tiknar so avgjørdar, einvísar, og miskunnarleysar.
Sannleikin er jú, at læknavísindin, vegna vantandi kunnleika til sjúkuna CTD, til røttu kanningarhættirnir og til symptomir og viðgerðir av berarum, als ikki er samd- og hevur ymisk tilmæli. Nøkur meta avgjørd, at øll, ið so ynskja, eiga at fáa framda fullkomna kanning, herundir genkanning, og hesi eru somikið eyðmjúk, at tey, til granskingin sigur nakað annað, mæla til viðgerð av berarum- og sjálvsagt eisini stuðul til hesa viðgerð.
Gamalt er, at ivin eigur at koma tí »ákærda« til góðar - og tá um sjúku viðvíkir, átti eingin sum helst ivi at verið. Vit eiga bæði at kanna, viðgera og stuðla teimum, sum á nakran hátt kunnu hugsast at vera sjúk ella berarar av hesi álvarsligu sjúkuni, meðan granskingin leitar eftir einum svari, sum vónandi, áðrenn leingi frálíður, gevur okkum fullkomna svarið um hesa sjúkuna.