Gamalt Thor skip tikið við 3,7 tonsum av kokain

Ein gamal føroyskur kenningur er tikin fyri álvarsama smugling.

Í gjár skrivaðu fleiri útlendskir miðlar, har í millum BBC um skipið Thoran, sum er tikið av sponsku myndugleikunum. Eitt skip, sum reiðaríið Thor áður hevur átt. 

 

Miðlarnir skriva, at offshore skipið Thoran varð tikið av sponsku myndugleikunum í altjóða sjógvi uttanfyri Spania, og ført inn til havnina í Cadiz leygardagin. 3700 kilo av kokain vórðu funnin umborð, skrivar millum annað BBC.

 

Manningin taldi sjey mans úr Turkalandi og Aserbadjan, og allir vórðu teir handtiknir. Thoran var undir eftirlitið í drúgva tíð áðrenn handtøkuna, tí mett var, at skipið flutti rúsevnir millum karibisku oyggjarnar og Evropa. Hóast Thor ikki eigur skipið longur, so er tað kortini avmyndað á summum útlendskum miðlum við thor.fo á síðuni. Hetta er tó orsaka av, at myndin er gomul. Í dag stendur Thoran á síðuni. 

 

Skipið er nú skrásett í Komorisku oyggjunum uttanfyri eysturafrika. Hetta er triðja stóra handtøkan av smuglarum seinastu tíðina, skrivar BBC.