Føroya løgting hevur spurt eftir málinum. Føroya løgting hevur enntá atkvøtt fyri eini samtykt um at samskatta hjún. Men onki hendir. Í Føroyum er tað nevniliga so, at eitt orð er ikki eitt orð, tá tað bara stendur í einum samgonguskjali.
Fyri øll hjún, sum eg kenni, er tað so, at man er ein eind. Hjún hava sama búskap, sama húsarhald. Hjá summum fara bæði út at arbeiða, hjá summum bara annað. Men tað er stórur munur á, hvussu fólk verða skattað. Hevur konan eina góða inntøku, meðan maðurin fer á skúla, so verður skatturin nógv hægri, enn um tey tilsamans vunnu tað sama, men bæði høvdu líka stóra inntøku. Á sama hátt, tá maðurin hevur fingið eitt krevjandi starv við góðari løn, og konan velur at arbeiða heima.
Tær og teir, sum av fríum vilja brúka tíð saman við børnunum, samstundis sum tey eitt nú taka sær eina útbúgving, lesa og gera uppgávur, meðan børnini sova, tey verða revsað í skattinum.
Tá landið veitir fólki tænastur ella pensjónir, verður tað vanliga minni til tey, sum er gift. Tað er løgið, at revsa familjurnar á henda hátt, skatta tær harðari og gjalda teimum minni út. Tað er ikki akkurát tað, sum familjunum á okkara døgum tørva.
Framyvir skulu hjún skattast sum ein eind. Tey gera jú alt annað sum ein eind.