Gambling við høvuðsvinnuni

Vit hoyra ofta,  at øll skulu hava sama møguleika viðv.  atgongd til fólksins ogn. Í  grundini  er onki skeivt við hesi  áskoðan.  Vildi tó  ynskt sama stóra áhuga fyri víðarimenning av okkara tilfeingi. Tað er her, at nógvir ótroyttir møguleikar liggja og stórir vakstrarmøguleikar.   Vit hava sum er nóg mikið av stáli at fáa tilfeingi upp úr havinum. Tað verður  gjørt gott og effektivt.

Ført verður fram, at  meira fæst  burturúr fólkins ogn, um  onnur  sleppa framat.

 

 

Hvat verður øðrvísi ?

Hvat er tað, sum nýggju vinnulívsmennirnir  fara at megna, sum núverandi  ikki eru førir fyri ? Hvat fer at broytast ?

 

Verður oljan bíligari ? Verða hýrurnar minni og  proviantur og útgerð bíligari ? Verða skipasmiðjurokningarnar minni, ella fara skipini at  brúka bíligari  útlendskar skipasmiðjur ?

 

Verða nýggir bíligari  veiðiháttir uppfunnir ? Hvørji skip verða nýtt ? Verða nýmótans uppisjóvarskip bíligari at keypa, um aðrir  sleppa framat ? Møguliga kunnu teir keypa  skipini frá gomlu aktørunum fyri ein bíligan penga .  Ella er  meiningin kanska  at keypa gamlar útslitnar dangur og útlendska arbeiðsmegi  ?

Pengarnir sum koma inn við kassa 1 verða mistir aðrastaðni og vit missa meir fyri minni. Allir ringvirkningarnir verða burtur.  

 

 

Hvar vóru herrópini tá høvuðsvinnan sveik ?

Hvar vóru allar hesar røddir , tá  harðast leikaði  á ? Ella eru hesi herróp bert at hoyra í bestu tíðum ?  Kann tað  hugsast,  at hesar røddir stillisliga fara at  tagna ,  um tíðirnar versna aftur og onki verður at stríðast um. Øll,  sum fáast við fiskivinnu og liva tætt upp at fiskivinnuni vita, at tað gongur upp og  niður. Tað er bara ein spurningur um tíð,  inntil alt kann  broytast 180 stig.     

 

 

Skal so alingin á uppboðssølu eisini ?

Vilja  somu búskaparfrøðingar eisini hava alingina  á uppboðssølu ?  Er eisini tørvur á nýggjum aktørum her og fer alingin at kasta meir av sær til samfelagið  so ? Eru firðirnir  í Føroyum ikki  eisini fólksins ogn ?

Hvat við alifeløgunum sum eru i dag ?  skulu tey  leggja stilt og  bíða til tey møguliga  fáa møguleikan aftur einaferð í framtíðini um 5 – 10 – 15 ár.

 

 

Mugu vera varin

Nei vit skulu ansa okkum, hvussu vit uppføra okkum. Vit eru nógv, sum kunnu fortelja øllum frøðingum, at tað framvegis eru fiskivinnan og alingin, sum  halda  Føroya landi uppi og sum rindar alt gildið.  Um ein byrjar at gambla við hesum, kann tað verða til størsta skaða fyri landið. Hetta eru vinnur, sum eru upparbeiddar ígjøgnum fleiri ár og fleiri ættarlið, eisini langt áðrenn kvotasamráðingar byrjaðu.  Forfedrar okkara løgdu lunnarnar og løgdu hjarta og sál í. Tað hevur minni enn so altíð gingið væl. Nógv hava bløtt og rindað  høgan prís. Hetta vóru veruligir vinnulívsmenn, sum ikki góvust á hondum. Teir vildu nakað og uttan teir, vóru vit ikki her í dag og onki var at klandrast um.

 

Vænti ikki nakar ynskir seg aftur  til árini, tá  høvuðsvinnan sveik. Fólk í hópatali fluttu av landinum fyri at yvirliva.  Teirra lívsgrundarlag í Føroyum  var burtur. Teppið bleiv skrykt undan teimum. Arbeiðsloysið var stórt og  skatturin  ovhonds høgur. Tíbetur áttu  Føroyar framvegis nakrar úrmælingar eftir .  Hesir hava megnað at virkað  fólksins ogn til tað,  hon er í dag. Eitt vælferðarsamfelag við minsta arbeiðsloysi í Europa, fólkavøkstri  og lækkandi prístali.   Vit hava eitt gott heilsuverk,  almannaverk,  skúlaverk o.s.v . Tað er undir verandi skipan og við  verandi aktørum í vinnuni,  at hetta er hent.  Saman við dugnaligum arbeiðsfólki eiga hesi  stóran  heiður uppibornan.

 

 

Skal alt á uppboðssølu ?

Kann ikki lata vera við at taka ein parallell, tá nógv vilja hava arbeiðsplássini í fiskivinnuni á uppboðssølu? Skulu so eisini  øll almenn arbeiðspláss á uppboðssølu við jøvnum millumbilum ? Soleiðis kundi okkara ungdómur, sum búleikast í øðrum londum eisini  havt sama møguleika til hesi almennu størvini. Vit kundu fingið   hesi heimaaftur nýútlærd,  við nýggjum  teorium og kanska betri próvtølum.   Tey,  sum sita í hesum størvum nú, kundu so bara leita  sær eftir  øðrum størvum aðrastaðni. Hví skuldu tey eisini  sitið  har fyri lívstíð, tá  onnur betri skikkaði eru og sum gjarna vilja,   men fáa ikki møguleikan ?

Øll almenn leigumál kundu eisini  verið seld á uppboðssølu. Trúgvi at fleiri  av almennu leigumálunum í høvuðsstaðnum kundu fingist fyri helvtarprís uttanfyri høvuðsstaðin.

 

 

Tá høvdu vit sæð mótmælisgongur

 Kann lítið ímynda mær skilið, ið tá hevði verið. Tá høvdu vit sæð mótmælisgongur, sum ongantíð áður og  sendingar og samrøður í miðlunum.   Føstu tryggu størvini við góðari pensión skuldu knappliga útlutast. Tað hevði verið ótryggleiki sum vildi nakað.  Tað er júst  hetta,  nógv ætla at gera við okkara fiskivinnu, okkara høvuðsvinnu.  Hevur okkara høvuðsvinna ikki sama status ?

 

 

Hønan og gulleggini

 Nei vit muga ansa okkum,  at vit ikki drepa hønuna, sum verpir gulleggini.  Vit hava eitt gott samfelag, men treyðugt so, so eru framvegis nakrar justeringar sum skulu til.  Vit høvdu eitt alt ov høgt skattatrýst. Tað bleiv tosað og tosað, men ikki fyrrenn hendan samgongan kom til bleiv handlað og vit innførdu flatskattin, sum var hart tiltrongdur. Vit settu hol á at linka um høga skattatrýstið.

 

 

Andstøðan sær bara feilir

Andstøðan sær næstan bara feilir og manglar og sær  stórt sæð onki gott. Minnir ikki sørt um óðar uppøstar áskoðarar til fótbóltsdyst.  Negativar áskoðarar, sum bara grenja, knarra og mjarra um alt,  sum spælarnir inni á vøllinum gera skeivt. Skeivar og manglandi avleveringar, fótfeilir  osv.  Sjálvir duga teir ikki at sparka til ein bólt,  men at standa á síðulinjuni og rópa ókvæmisorð eftir spælarum og dómara inni á vøllinum, er ongin trupulleiki.