Italska felagið, Juventus, sum eisini gongur undir heitinum Gamla daman, sær út til at fáa eitt av teimum heilt góðu árinum. Juventus vann um vikuskiftið á Inter Milan og er oddalið í italsku Seria A.
Juventus hevur síðani muturgøluna í 2006 ikki megnað at rokkið somu hæddum, sum teir annars eru kendir fyri. Fyri uttan annað plássið í 2008/09 hevur Juventus ikki megnað at kappast við um italska meistaraheitið. Í ár tykist søgan verða ein onnur.
Um vikuskiftið vann Juventus, sum er ósigrað higartil, á Inter Milan á útivølli. Juventus vann dystin 2-1. Málini skutu Mirko Vucinic og Claudio Marchisio, meðan Maicon skoraði fyri Inter Milan.
Juventus er í harðari kapping við AC Milan, sum vann 3-2 í Rom móti AS Roma. Svenska superstjørnan, Zlatan Ibrahimovic, skoraði tvey, meðan Alessandro Nesta skoraði eitt fyri AC Milan, sum liggur fjórða plássi við tveimum stigum minni enn oddaliðið, Juventus.
Juventus liggur fremst við 19 stigum, meðan Udinese og Lazio hava 18 stig á ávíkavist øðrum og triðja plássi.