Gamla Eystureuropa spøkti í sovjetiska stílinum

Fótbóltsdygdirnar, sum gomlu kommunistisku tjóðirnar í Eystureuropa plagdu at vera eyðkendar fyri, vórðu nýttar at seta Føroyar skák og mát, tá ið vónin hjá heimaliðnum var størst

FØROYAR?LITAVA DYSTARUMRØÐA
Jóannes Hansen

Talan var avgjørt ikki um mjúka lending, tá ið Føroyar í framúr heystarveðri søgdu farvæl við hesa EM undankappingina. Dreymurin um trý stig, vunnin í framrættaðum spæli, sum eisini skuldi ganga fyri seg á síðuni hjá mótstøðumonnunum, gjørdist ongantíð veruleiki. Burtursæð frá fyrstu løtuni, tá ið Føroyar høvdu størsta møguleikan, var heldur talan um leikligu mest sannførandi avhølvingina, sum føroyska liðið hevur lagt rygg til í hesi undankappingini.

Sum venjarar og spælarar hava tikið til undan síðstu uppgávuni, so var viljin til heiðurligt farvæl stórur, og sammett við undanfarnu ferðirnar vóru ógvusligar broytingar framdar. Óli Johannesen var skaddur, og umframt Hans Fróða Hansen fingu tríggir aðrir møguleikan, sum ikki vóru millum teir fyrstu ellivu í Skotlandi.

Viljin gjørdist ikki til veruleikan, sum tað varð vónað og í venjingarleguni arbeitt fyri at røkka. Føroyska liðið tóktist stirvið og fann ongantíð koblingina, sum skuldi kanalisera viljan til verjuleika. Ferðin var ikki stór, eftiransingarnar vóru ikki nóg tættar, og sannføringin í nærdystunum var ikki soleiðis, sum skal til, um mann ímóti manni dystirnir skulu vinnast. Og tá ið tað er soleiðis, eru fyritreytirnar fyri framrættaða partinum vánaligar.

Gamal heilivágur
Tá ið fótbóltsfeløgini og landsliðini í gamla Eystureuropa vístu stóra styrki í landsdystum og Europa Cup eitt nú ímóti Norðurlondum, var heilivágurin altíð tann sami. Tað ráddi um at spæla skjótt eitt tvey og yvirlapp, at nýta nógvar statiónir, alla tíðina at vera í rørslu og at tøma øki og við longum sendingum at skifta millum økini. Ferðin var avgerandi, og hóast hugflogið ikki altíð var stórt, so eydnaðist tað ofta, tí mótstøðuliðini ikki megnaðu at fylgja við

Soleiðis var taktikkurin hjá Litava. Føroyar hava ikki styrkina at standa ímóti hesum, sum eitt nú landslið og feløg í Svøriki og Danmark nú hava. Tí varð úrslitið, sum tað plagdi at vera inntil fyri einum fimtan árum síðani, tá ið norðurlendingar stríddust ímóti ikki altíð so kendu og innisperraðu fótbóltsliðunum.

Á Svangaskarði var talan um frígjørt lið. Spælararnir tóktust dusa sær. Teir vóru góðir við bóltinum, teir dugdu at sneiða framvið bæði einum og tveimum mótstøðumonnum, og teir høvdu langar teymar í álopsspælinum. Tað ráddi um, at unga liðið fekk møguleikan at spæla seg til møguleikar. Tað eydnaðist nakrar ferðir, og úrtøkan var stór.

Poderis og Vencevicius á sentrala miðvøllinum vóru snaringsaksulin, og Cesnauskis í vinstru og eisini Cesnauskis í høgru á miðvøllinum dugdu væl.

Tá ið føroyingarnir endiliga fingu fatur á bóltinum, vórðu teir beinanvegin kringsettir av fleiri mótstøðumonnum. Møguleikarnir fyri avspæli vóru fáir og smáir, og fleiri ferðir tókst tú teg sjálvan í at telja, um tað nú vóru eins nógvir hvítir og gulir á vøllinum.

Ágangandi fyrstu løtuna
Føroyska liðið legði bragdliga fyri í 4?3?3 støðu, har Jákup á Borg var heilt frammi í høgra borði. Tað ráddi um at fáa røðini á liðnum at flyta seg langt fram. Harvið var ætlanin at liðið skuldi vera kompakt longri frammi enn vanligt.

Í 9. minutti var møguleikin har at seta hol á. Jákup á Borg tveitti langt inn úr høgru, Julian og John vóru uppi í at snitta víðari, og við handara stólpan tveitti Fróði Benjaminsen seg fram, men ólukkutíð bjargaði ein av litavisku spælarunumn royndini úr fimm metrum á málstrikuni.

So vann Litava greiða yvirvág á miðvøllinum, har føroysku spælararnir vórðu so mikið yvirspældir, at tað varð neyðugt at flyta frá 4?3?3 og til 4?4?2.

Litaviska liðið var vandamikið í deyðbóltsstøðum, og tað var eftir langt framspark, at fyrsta málið kom. Tveir av føroysku verjuspælarunum vóru so óhepnir at teir rendu saman, so gjørdist Cesnauskis leysur í brotsteiginum í høgru, innleggið var flatt og neyvt og so var mál.

Føroyar vóru heilt úti av spælinum, sum tað leið ímóti steðginum. Men so var tað, at Súni Olsen við rimmar frísparksroynd úr 30 metrum og upp í tríkantin ? sovorðið mál er ikki sæð áður á Svangaskarði ? dygst undan steðginum blásti nýggja vón í gamla dreymin.

Vónir og vónbrot
Tað var heilt stuttligt eina løtu eftir steðgin, men so gekk illa. Eftir føroyskt bólttap frammi í høgru, sneiddi Edgar Cesnauskis seg leysan í vinstru og sendi djúpt og diagonalt í tómt øki. Uppstillingin í verjupartinum tóktist ikki sannførandi, Deividas Cesnauskis slapp leysur, legði út frá aftur, og uttan stórvegis himpr legði Morinas enn eina ferð Litava framum.

Vónin fyri at enda undankappingina við sama úrslitið sum í fyrsta dystinum ? 2?2 ímóti Skotlandi ? livdi, og jubileumsmaðurin og tvey mála skjúttin ímóti Skotlandi hevði besta møguleikan eftir innlegg frá Jákupi á Borg. Men stútarin hjá John Petersen varð bjargaður. Jón Rói Jacobsen varð fluttur í álopið síðstu løtuna, men tað spurdist einki burturúr.

Nøglin í vónbrotið hjá føroyingunum varð sett í, tá ið tað restaðu tveir minuttir. Fríspark varð gjørt dygst uttanfyri samankomingina í vinstru, Vencevicius sendi lumpið skot millum vinir og fíggindar, og bólturin endaði í handara síðunetinum.

Áskoðararnir fóru vónbortnir av vøllinum. Tíbetur hvørva fótbóltskenslur av hesum slagnum skjótt. Tá ið tað fer at nærkast jólum, og tað verður greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í HM undankappingini, fer longsulin eftir grasi og undankappingini at birtast. Hjá spælarunum, venjarunum, áskoðarunum og pressuni. So fer myllan í gongd aftur, og tá fer ikki at verða so nógv hugsað um, at mikukvøldið 10. september 2003 fingu føroyingar eina lektiu í skipaðum positiónsspæli, har mótstøðuspælararnir fluttu seg væl og dugdu væl at skifta millum økini, og har føroyska uppspælið varð stressað meiri enn gott er. Tað er at vóna, at venjararnir, ið fara at koma henda vegin í næstu undankappingini, ikki fara at hava lisið so væl uppá, sum litaviski venjarin hevði. Hann og liðið hjá honum høvdu stóran heiður av avrikinum, sum var tað besta á føroyskari grund í hesi undankappingini.