Fyri seks árum síðani sóust Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg ofta á Christiansborg.
Tá vóru ørindini at samráðast við donsku stjórnina um fullveldið.
Buldraliga hjúnarbandið teirra millum slitnaði í 2003, og síðani hevur Fólkaflokkurin verið inn í hitanum í landsins leiðslu, meðan Tjóðveldisflokkurin hevur verið úti í kuldanum.
Nú skulu Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg aftur á Christiansborg.
Hesaferð verður tað sum føroysk fólkatingsumboð, og spurningurin er so, um teir ætla sær at samstarva hesaferð, ella um seperatiónin heldur fram, og teir fara at ganga í hvør sínum bólki.
Høgni Hoydal hevur arbeitt saman við teimum báðum grønlendsku umboðunum í Norðuratlantsbólkinum, men undan valinum søgdu fólkafloksvalevni, at teir ætlaðu sær ikki upp í hendan bólk.
So avgjørdur var Anfinn Kallsberg ikki valkvøldið, men tað er lítið sannlíkt, at hann fer upp í bólkin hjá Høgna Hoydal.
C-vitaminir manglaðu
Veljarakanningin, sum Gallup gjørdi fyri Útvarpið stutt undan valinum, vísti, at tað fór at verða tætt millum teir fýra stóru flokkarnar. Í tí kanningini hevði Javnaðaflokkurin munin á hinum flokkunum, meðan tað varð lagt upp til at Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin fóru at stríðast um seinna sessin. Sambandsflokkurin var mest sum afturúrsigldur beinanvegin.
Men júst soleiðis spældi tað ikki av, tá ið føroyingar fóru í valhølini týsdagin. Teir fýra stóru vóru framvegis nógv størstir, men Javnaðarflokkurin, sum stóð væl í veljarakanningini, misti luftina í endaspurtinum og datt aftur um bæði Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin.
Sambandsflokkurin kom ongantíð av álvara upp í ferð og fór frá at hava verið størsti flokkur á fólkatingsvalinum í 2001 til at verða fjórðstørsti flokkur hesaferð.
Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin vunnu tí valið greitt, og harvið fingu teir báðir sjálstýrisflokkarnir umboðini í danska parlamentinum.
Teir smáu vuksu
Tríggir smærri flokkar bjóðaðu seg eisini fram á fólkatingsvalinum hesaferð, og allir søgdu ? sum um teir trúðu tí ? at teir høvdu ein kjans á valinum hesaferð.
Tað høvdu teir ikki. Men Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin kundu í øllum førum fegnast um, at flokkarnir høvdu framgongd samanborið við valið fyri trimum árum síðani.
Miðflokkurin var størstur av teimum smæstu, og flokkurin hjá Jenis av Rana fekk 3,3 prosent av atkvøðunum ? ein framgongd á eitt gott prosentstig.
Sjálvstýrisflokkurin fekk 2,4 prosent, og tað var ein framgongd á nakað minni enn eitt prosentstig.
Hin Stuttligi Uttanflokkurin fekk 1,2 prosent av atkvøðunum, og tær 306 atkvøðurnar vóru ikki nóg mikið til at lyfta Jóhan og Rúna av dumpiplássinum.
Profilar vórðu styrktir
Tað eydnaðist fleiri av profilunum í føroyskum politikki seinnu árini at staðfesta ella styrkja sína støðu.
Størsta persónliga sigurin hevði Anfinn Kallsberg, sum fekk flestar persónligar atkvøður á valinum hesaferð og meira enn tvífaldaði sítt atkvøðutal upp í 3276. Hetta var ein stórur persónligur sigur hjá vrakaða løgmanninum hjá Fólkaflokkinum.
Høgni Hoydal hevur verið partur av einum tí harðasta politiska stríðnum síðsta hálva árið, men hetta gav ikki formanninum í Tjóðveldisflokkinum nakran snudd á valinum hesaferð. Hann staðfesti sína støðu við sløkum 2800 atkvøðum, og tað var ein framgongd samanborið við tað góða valið seinasta.
Eisini Torbjørn Jacobsen hevði eitt gott val, og hann fekk fleiri atkvøður hesaferð enn seinast. Tað, sum varð lagt upp til eina kapping millum hann og Sjúrð Skaale, gjørdist ongantíð spennandi, tí Tobbi var ov sterkur fyri fyrrverandi skrivaran hjá sær og fekk 1081 atkvøður aftur ímóti teimum 714 hjá Sjúrði Skaale.
Løgtingsformaðurin Edmund Joensen hevði framgongd samanborið við síðsta val, og hann fekk fleiri atkvøður enn formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen.
Profilar viknaðu
Aðrir markantir politikarar máttu taka til takkar við færri atkvøðum hesaferð. Serliga stór var afturgongdin hjá løgmanni Jóannesi Eidesgaard, men støðan hjá honum var øðrvísi hesaferð, tí hann kundi ikki taka sætið á fólkatingi, og tí valdu javnaðarfólk í størri mun onnur valevni á javnaðarlistanum.
Kappingin millum John Johannesen og Helenu Dam á Neystabø var tøtt og spennandi, tí her kundi gerast talan um ein fólkatingssess, og bæði fóru upp um túsund atkvøður.
Eisini Óli Breckmann misti nógvar atkvøður, nú Anfinn Kallsberg fekk so stóra undirtøku í Fólkaflokkinum. Fólkatingsmaðurin gjøgnum 17 ár fór úr 2335 atkøvðum og niður um túsund hesaferð.
Landsstýrismenninir stóðu seg ikki serliga væl á valinum hesaferð, og spurningurn er, um tað tænir nøkrum endamáli, at teir stilla upp til fólkatingið, um teir ikki fáa tikið sætið. Veljararnir hava í øllum førum ikki nakran serliga góðan hug at velja landsstýrisfólkini til fólkatingsvalið.
- - -
Fólkatingsvalið 2005
Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin vunnu fólkatingsvalið 2005. Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg skulu næstu árini umboðað Føroyar á fólkatingið.
Endaliga úrslitiðAtkv.%Munur
Fólkaflokkurin (A) 599024,1%+3,6
Sambandsflokkurin (B)532921,4%-5,9
Javnaðarflokkurin (C)550922,2%-1,2
Sjálvstýrisflokkurin (D)5842,4%+0,8
Tjóðveldisflokkurin (E)630125,4%+0,5
Miðflokkurin (H)8293,3%+1,1
Onnur (X)3061,2%
Valluttøka: 72,7% (24848 av 34166)
Persónligar atkvøður
Anfinn Kallsberg (A)3276
Høgni Hoydal (E)2799
Edmund Joensen (B)1310
Jóannes Eidesgaard (C)1183
Kaj Leo Johannesen (B)1129
Helena Dam á Neystabø (C)1119
John Johannessen (C)1100
Tórbjørn Jacobsen (E)1081
Óli Breckmann (A)995
Sjúrður Skaale (E)714
- - -
Landsstýrið til fólkatingsvalið
Løgmaður og allir hansara landsstýrismenn stillaðu upp til fólkatingsvalið hesaferð. Bara ein landsstýrismaður hevði framgongd síðani seinast, meðan løgmaður og fýra landsstýrismenn fingu færri atkvøður hesaferð enn seinast. Bjørn Kalsø stillaði ikki upp í 2001.
20052001Munur
Jóannes Eidesgaard (C)1183 (3676)-2493
Bárður Nielsen(B)270 (74)+196
Bjørn Kalsø (B)244
Jógvan á Lakjuni (A)150 (199)-49
Bjarni Djurholm(A) 122 (189)-67
Hans Pauli Strøm (C)63 (89)-26
Jógvan við Keldu (A)55 (161)-106