Bob Woodward er ein av kendastu blaðmonnunum í søguni. Saman við starvsfelaga sínum, Carl Bernstein, var hann ein høvuðsorsøk til, at Richard Nixon noyddist úr forsetaembæti sínum í sjeytiárunum.
Orsøkin var tiltikna Watergate gølan, sum skelkaði amerikanska samfelagið og sum fekk ein amerikanskan forseta at leggja frá sær. Tað var ongantíð hent áður ella síðani.
Tað vóru serliga teir báðir Woodward og Bernstein, sum petti fyri petti avdúkaðu rætta samanhangin í Watergate-gøluni, sum tók amerikanska forsetan av fótum.
Hetta var fyri 30 árum síðani, men Bob Woodward er framvegis dugnaligari enn tey flestu til at grava fram søgur, sum eingin annar fær hendur á. Hetta hevur hann aftur víst í kjalarvørrinum av yvirgangsálopunum í USA.
Woodward starvast framvegis á Washington Post, sum hann eisini skrivaði tær mongu Watergate-greinarnar fyri fyrst í sjeytiárunum. Nú er hann ein av blaðstjórunum har, men hann dugir eisini grundleggjandi journalistiska arbeiðið, sum hevur vunnið honum nógvar virðislønir og hevur gjørt hann til kendan mann kring allan heimin.
Í USA er hann ein stjørna á hædd við politikarar, sjónleikarar og tónleikarar, men hetta forðar honum ikki í at gera vanligt blaðmannaarbeiði, tá ið ástendur.
Skrivað bøkur
Seinnu árini hevur Bob Woodward serliga gjørt vart við seg við bókaútgávum. Hann skrivaði saman við Carl Bernstein bøkurnar All the President?s Men og The Final Days í árunum eftir Watergate-gøluna, og síðani hevur hann skrivað fleiri áhugaverdar og nógv umtalaðar bøkur.
Eina bókin snúði seg um arbeiðslagið hjá amerikansku fregnartænastuni CIA, og ein onnur snúði seg um stutta og harða lívið hjá sjónleikaranum John Belushi. Í 1999 skrivaði Woodward um arvin eftir Watergate. Hann greiddi við óvanliga neyvum upplýsingum og frágreiðingum frá, hvussu teir amerikansku forsetarnir eftir Richard Nixon høvdu klárað seg.
Bøkurnar hjá Woodward eru allar endaðar ovarliga á sølulistunum í USA.
Bush upp í leikin
Seinastu vikurnar hevur Woodward tó aftur gjørt vart við seg í teigunum hjá Washington Post. Hann hevur skrivað greinar um ymisk mál, eftir at USA var álopið av terroristum, og greinarnar hava flest allar borið nýggjar og avdúkandi upplýsingar.
Hetta fekk sjálvan amerikanska forsetan, George W. Bush, at reagera miskeiðis í oktober mánaði, tá hann kundi lesa loyniligar upplýsingar um møgulig nýggj yvirgangsálop í eini grein í Washington Post, sum Bob Woodward hevði skrivað. Vandi var sjálvsagt fyri nýggjum álopum, men greinin í Washington Post bar loyniligar upplýsingar frá innanhýsis fundum í amerikansku stjórnini, og tað var ov nógv fyri forsetan.
Bush hótti við at útihýsa amerikansku kongressini frá loyniligum upplýsingum, tí hon kláraði ikki at halda tætt. Nakrar dagar seinni valdi amerikanski forsetin at taka hóttanina aftur.
Ein røð av avdúkandi greinum
Tað var eisini Woodward, sum var tann fyrsti at skriva neyvar greinar um, hvussu tætt Taliban-stýrið í Afghanistan og Osama Bin Laden vóru knýtt at hvørjum øðrum. Woodward hevði funnið fram upplýsingar um, at Bin Laden hevði stuðlað Taliban-stýrinum við stórum peningaupphæddum seinastu árini, og at leiðslan í landinum var meira enn minni í lummanum hjá nógv umtalaða terroristinum.
Í eini aðrari grein greiddi Woodward frá, hvussu amerikumenn síðani 1999 hava roynt at fangað Bin Laden, tó uttan at tað hevði eydnast teimum. Hetta vóru alt loyniligar atgerðir í Afghanistan, men enn einaferð kláraði Woodward at fáa hendur á upplýsingunum og bera tær víðari neyvt og upplýsandi.
Tað var gjørt nógv burtur úr, tá tað kom fram, at amerikanski forsetin hevði givið CIA beinleiðis ordrar um at finna og drepa Bin Landen. Hetta var eini heilt serlig harraboð í søguni hjá CIA, og enn einaferð var tað Woodward, sum umvegis sínar høgtstandandi keldur í amerikansku umsitingini skrivaði um hetta.
Dugir enn
Hóast Bob Woodward er ein legenda á sínum starvsøki, so hevur hann ikki gloymt sínar grundleggjandi dygdir sum blaðmaður. Og seinastu vikurnar vísa eisini, at hann framvegis er førur fyri at finna upplýsingar, sum allir hinir blaðmenninir í USA ikki klára at fáa hendur á.
At hann er ein kendur og virdur blaðmaður er uttan iva eisini til stóra hjálp, tá hann skal hava upplýsingar frá týðandi keldum - ráðharrum og embætisfólki.
Tað fakliga avrikið hjá Woodward og Bernstein í sjeytiárunum gjørdist veruliga kent, tá spælifilmur var gjørdur um teir. Filmurin hevði Robert Redford og Dustin Hoffmann í høvuðsleiklutunum, og hesin filmur vann tvær Oscar-virðislønir í 1976. All The President?s Men kallast filmurin, sum eisini hevur verið sýndur í føroyskum sjónvarpi.
?