Gamla Sjómansheimið skiftir ham

Tað verður ein fín cocktail-barr niðriundir og brasserie við alskyns matsløgum uppiá, tá matstovan í Hotel Tórshavn letur upp í heyst. Ætlanin er eisini at skeinkja í túninum uttanfyri


Gamla Sjómansheimið í Vágsbotni verður eftir øllum at døma ikki til at kenna aftur, tá tað letur uppaftur 1. oktober. Tvær tær niðastu hæddirnar verða umvældar, og tað er eitt veruligt hamskifti, sum fer fram í hesum døgum. Sjálvt hotellið verður óbroytt  burtursæð frá móttøkuni, ið næstan er liðug umvæld - men matstovan uppiá og virksemið niðriundir broytir heitið til »Hvonn Brasserie«.
Á niðastu hædd, har Pitsakaféin helt til, verður nú ein cocktail-barr. Við endanum av barrdiskinum verður ein DJ-pultur, sum fer at spæla ymiskan tónleik fyri gestirnar. Hotellið hevur keypt dýra ljóðútgerð til endamálið. Ætlanin er at hava ymisk temakvøld við til dømis djasstónleiki, har tann, ið vendir plátur, hevur ein virknan leiklut og tosar við gestirnar um tónleikin. Hetta er eitt nýtt konsept í Føroyum, sum annars er sera væl umtókt aðrastaðni. Pláss verður fyri 100 fólkum í cocktailbarrini.
 
Skeinkja uttanfyri
Hotel Tórshavn hevur gjørt eitt tún móti gongugøtuni, so fólk kunnu sita uttanfyri og fáa sær ein bita ella ein kaffimunn. Kanska eisini ein brunch. Men møguliga fer eisini at bera at til njóta eina øl ella okkurt sterkari afturvið matinum einaferð í framtíðini. Sum er, ber hetta ikki til, men sambært Johannes Jensen, stjóra, arbeiðir Vinnumálaráðið við eini kunngerð, sum fer at loyva skeinking uttanfyri. Sum skilst verður kunngerðin sett í gildi í heyst. Eini 40 sitipláss verða í túninum uttanfyri Hvonn Brasserie.
Á aðru hædd verða eisini stórar broytingar. Fundarhølini eru umvæld og nútíðargjørd, og matstovan verður fjølbroyttari snotiligari. Umframt vanliga døgurðan, sum er vorðið eitt eyðkenni hjá gamla Sjómansheiminum, verða pitsur, fajitas, pasta, búffar, indiskur matur og nógv annað á matskránni. Sum nakað nýtt verða væl umtóktu Häagen-Dazs ísarnir eisini at fáa. Pláss verður fyri 100 gestum í matstovuni uppiá.
Og so var tað gamli elevatorin, sum hevur fingið nýggjan motor.