Gamlamannadansur og 60-ára tónleikur í Sjónleikarhúsinum

Tíðindaskriv

 

Føstulávintsleygarkvøld 24. feb. skipar GHM fyri dansikvøldið í Sjónleikarhúsinum. Bólkarnir sum spæla eru GHM og ENJOYERS. Dansurin byrjar kl. 22.00 og endar kl. 2.


GHM

Orkestrið, sum fyllir 80 í næsta ár, hevur gjøgnum tíðirnar spælt til nógv ymisk tiltøk sum td. konsertir, á stevnum, til fótbóltsdystir og eisini til dans.

Fyrr var vanligt at orkestrið av og á spældi til dans og tað munnu verða nógv, sum minnast GHM spæla til gamlamannadans í Sjónleikarhúsinum føstulávintsleygarkvøld.

Men traditiónin við dansinum datt so líðandi burtur, tá Sjónleikarhúsið misti dansigólvið. Og GHM hevði síni síðstu dansikvøld fyrst í 80-unum, á gamla Hotel Føroyar áðrenn tað bleiv selt.


Spæla nú aftur til dans

Millum jól og nýggjár í fjør skipaði GHM fyri dansi í Sjónleikarhúsinum. Tiltakið eyðnaist væl og gav orkestrinum mót uppá at royna aftur.

Við í orkestrinum verða umleið 25 spælarar og á skránni er góður gamal dansitónleikur, sum td. valsir, foxtrott, tango, quik step, samba og rock?n roll.


ENJOYERS

Hitt orkestrið, sum verður at hoyra leygarkvøldið, er eitt ektað 60-ára orkestur, ENJOYERS. Við í orkestrinum eru: Birgar Johannesen, Djóni Andreassen, Steingrím Abrahamsen, Hans Chr. Clementsen, Charles Gade og Fimmboði Lisberg.

ENJOYERS hava seinastu árini verið at hoyrt av og á. Av tiltøkum kunnu nevnast AFTURHVARV og AFTUR Í 60?INI, har teir so sanniliga havat sett sín dám á.

Á skránni hjá teimum verður góður poppur frá 60?unum.

Aftur í Sjónleikarhúsið

Tað hevur í nógv ár verið tørvur á einum dansihølið í Havnini fyri tey tilkomnu, sum hava hug at dansa. Tí er tað at gleðast um at lív er aftur er í dansinum í Sjónleikarhúsinum.