Gamlar gøtur í nýggjum hami

(Ljóðsamrøða) Hoyr Jógvan Hansen greiða frá sanginum hann hevur sent út

”Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt?” er ein av bestu føroysku felagssangunum, og nú hevur føroyski poppsangarin í Íslandi, Jógvan Hansen, gjørt nýggja innspæling av sanginum.


Jógvan hevur brúkt eitt eldri lag enn tað, sum føroyingar vanliga syngja. Tað er traditionelt lag, sum er frá áleið somu tíð, sum yrkingin hjá Robert Burns, Auld Lang Syne, er frá.


Umframt Jógvan Hansen luttekur eisini bólkurin Flamma á útgávuni.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Jógvan Hansen greiða frá um sangin.

 

Við at trýsta á hesa leinkjuna ber til at hoyra og síggja eitt YouTube sjónbandalag av sanginum: https://www.youtube.com/watch?v=M_7mAQvzGB0