Gamlar myndir í 20 ár

Tað er eftirhondini ein traditión at leita sær niðan í Smiðjuna í Lítluvík, at síggja gamlar myndum úr Havn. 20 ár eru liðin, síðan Tórshavnar Býarsavn við Finni Johansen á odda, skipaði fyri fyrstu framsýningini við gomlum myndum. Henda fyrsta framsýningin umfataði gamlar myndir úr Havn, men síðan hava framsýningarnar verið skipaðar í evni, og nógv evnið hava verið. Til dømis hevur ein framsýning verið við myndum av Havnará, ein við kollektivari samferðslu og ein framsýning hevur verið við anlitsmyndum, har tær flestu av teimum vóru tiknar av Kristin í Geil og vóru sostatt meira enn 100 ára gamlar.
Í ár eru gamlar svimjimyndir á Ólavsøkuframsýningini hjá Tórshavnar Býarsavni. Elsta myndin er frá 1919, nógvar eru frá 30?unum, 40?unum og longur upp í tíðina. Tær nýggjastu myndirnar eru frá tí yngra opna svimjihylinum i Gundadali, hinar myndirnar eru av fólki, ið svimur í Hoydalsá, Sandá, á Eystaru Vág, Vestaru Vág og á Bursatanga, sigur Finnur Johansen.
52 svimjimyndir verða á framsýningini, sum letur upp í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin tann 25. juli klokkan 14 og høvi er at síggja myndirnar til dagin eftir Ólavsøku.
Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er vanliga nógv vitjað, og tað er serliga undir framsýningi at Býarsavnið fær nógva nýggja vitan um myndirnar, tí tey vitjandi kenna tey, sum eru avmyndaði á teimum.
Eisini í ár er høvi at síggja kend andlit. Millum annað er Poul Petersen, eisini nevndur Svimji Pól á onkrari mynd í sambandi við eitt svimjiskeið, sum varð hildið í gamla svimjihylinum í Gundadali. Hann varð nevndur Svimji Poul, av tí at hann skipaði svimjingina í Havn. Seinni stovnaði hann Ítróttarsamband Føroya.
Harumframt er ein mynd av tveimum ungum kvinnum, sum eru farnar útferð í Sandagerð við berbarum gramofonspælara ? tær hugna sær við sigarettum og einari fløsku í sólini.
Føroya Fornminnissavn eigur ein triðjing av myndunum, sum eru á Ólavsøkuframsýningini í ár, men eisini privatar myndir teljast í millum.