GAMLE VENNER á Keldu

Mánadagin 16. juli 01 vóru pensionistarnir í Sandoynni bodnir at lurta eftir einum orkestri úr Danmark, sum kallast Gamle Venner, í ungmannafelagshúsinum Kelduni í Skálavík.

 

Palli Dalsgaard

??????????????



Mánadagin 16. juli 01 vóru pensionistarnir í Sandoynni bodnir at lurta eftir einum orkestri úr Danmark, sum kallast Gamle Venner, í ungmannafelagshúsinum Kelduni í Skálavík. Hesi fólkini koma frá einum plássi nærhendis Århus og tey ferðast víða um her meðan tey eru í Føroyum. Tað var ein ógloymandi løta, tey spældu og sungu teir tónarnar, sum vóru frammi, tá vit vóru ung. At síggja andlitini á hesum fólkunum, sum komin vóru at lurta, hvussu glað og upplyft tey vóru, hóast summi komin væl upp í árini og ikki so væl til mannar longur, sóu tey út, sum tey droymdu seg vera ung aftur.

Maðurin við mikrofonini bað okkum ikki halda okkum aftur, um vit høvdu hug til at dansa, men sigast má, at áhugin fyri at dansa var ikki so stórur, tó so, eitt par úr Sambýlinum úr Skopun var á gólvinum næstan alla tíðina. Í Skopun vóru tey so røsk at dansa eingilskdans. Kom at hugsa um mína egnu móðir, hon var úr Skopun, hon gekk nógv upp í dansin og lærdi ungdómin í bygdini her at dansa eingilskdans. Ja, so gott var lagið, at ein av heimasjúkrasystrunum dansaði eingilskdans við manni í koyristóli, hann var so fegin, at tað finnast ikki orð fyri hansara takksemi. Í salinum, vit sótu í, var borðreitt við kaffi og te og fleiri sløgum av góðum køkum, tað høvdu røsk konufólk í oynni fyrireikað, og tær borðreiddu fyri okkum á besta hátt.

Umframt tey búfólk av Ellis- og Røktarheiminum sambýlunum báðum, vóru ikki nógvir pensionistar møttir til hesa samkomu, og tað er spell, at so skal vera. Hetta var ein ógloymandi hugnaløta, sum einans var fyri okkum, sum nú eru blivin reiðuliga tilkomin, eingin vil eita gamal longur. Men at vit ikki eru ung meira, tað sleppa vit ikki frá. Tøkk skulu fremmandafólkini hava, sum komu higar at gleða okkum, og tøkk skulu tey hava, sum høvdu stríðið av tiltakinum. Konsertin vardi í smáar tríggjar tímar, fólk vóru so væl nøgd, tá tey komu út aftur fyri dyr, í góðveðrið, at nøkur hildu áfram at syngja og nøkur tóku saman at dansa.