Tey munnu ikki vera mong, sum hava upplivað H. N. Jacobsens Bókahandil sum annað enn Gamla Bókahandil. Gamli Bókahandil fer hann óivað altíð at eita, og stendur tað til Grunn H. N. Jacobsens, sum varð stovnaður í áttatiárunum, verða handilin og húsini varðveitt í verandi líki til prýðis fyri Havnarbý.
Grunnur H. N. Jacobsens varð stovnaður meðan gomlu eigararnir enn vóru á lívi. Kate og Hans Niclasen góvu síni partabrøv í handlinum til grunnin, og grunnurin var somuleiðis einasti arvingi hjá Karl Niclasen, ið starvaðist í handlinum alt sítt lív og í nógv umsat handilin og ognina annars.
Endamálið við Grunni H. N. Jacobsens er at hava umsjón við H. N. Jacobsens Bókahandli og tryggja, at bókahandilin framhaldandi verður rikin á fíggjarliga forsvarligan hátt og til frama fyri føroyskar bókmentir. Grunnurin skal eisini síggja til, at bygningurin verður varðveittur og umsitin á tílíkan hátt, at hann framhaldandi verður til prýðis fyri Havnarbý. Í tann mun fíggjarorka loyvir tí, skal grunnurin veita stuðul til føroyskar bókmentir og bókaútgávu.
Á samkomu mikudagin í farnu viku beyð Grunnur H. N. Jacobsens innbodnum gestum til eina samkomu fyri at sýna takksemi móti gomlu eigarunum av H. N. Jacobsens bókahandli. Høvi var at síggja søguliga bygningin, sjáldsama innibúgvið og vakra urtagarðin. Limirnir í nevndini fyri grunnin, Halgir Winther Poulsen, Malan Marnersdóttir og Jóhan K. Joensen, greiddu frá, hvussu grunnurin varð til, um virksemið hjá H. N. Jacobsen bókahandli frá fyrstan tíð, og um Karl Niclasen, fjórða limin í nevndini fyri grunnin og seinasta partaeigaran, ið andaðist í fjør.
Ein býarmynd
Karl Niclasen var ein býarmynd í miðbýnum í Havn. Hann andaðist í fjør summar 85 ára gamal. Grunnur H. N. Jacobsens var einasti arvingi hansara. Jóhan K. Joensen greiðir frá.
- Karl Niclasen var føddur í Miðvági í 1913. Sum 17/18 ára gamal kom hann í bókahandilin. Tað var gjøgnum skyldskap, at Karl kom í læru á fotodeildini í bókhandlinum. Pápi Karl var systkinabarn við teir báðar brøðurnar Sigurd og Hans Niclasen. Sum frá leið kom arbeiðið hjá Karli at verða tengt at leiðsluni í bókahandlinum. Tá ið Sigurd Niclasen doyði í 1949, gjørdist Karl partaeigari í Gamla Bókahandli, sum tá var umskipaður til partafelag.
- Serstaka skúlagongd hevði Karl ikki, men hann var týðuliga ávirkaður av Sigurdi og Hansi Niclasen, sum báðir á ungum árum høvdu gingið á Sorø og tikið studentsprógv haðani. Eins og Sigurd og Hans hevði Karl stóran áhuga fyri málningalistini, og byrjaði tíðliga at ogna sær málningar.
- Eftir, at Hans Niclasen var ellismerktur, var tað Karl sum í nógv ár umsat handilin og umhvørvið rundan um hann. Karl var morgunmaður sum fáur. Mong av teim eldru minnast, hvussu tíðliga bókahandilin var opin. Tey, ið vóru tíðliga á fótum, fingu tey feskastu bløðini at lesa.
Týðandi útgevari av bókum
Útgávuvirksemið hjá H. N. Jacobsens bókahandli hevur frá fyrstan tíð verið sera fjølbroytt. Malan Marnersdóttrir, limur í nevndini fyri grunnin, greiddi frá útgávuvirkseminum
- Útgávuvirksemið tykist at vera byrjað í 1870. Tá gav H. N. Jacobsen Brúðarvísuna út á fyrsta sinni. Tað varð áðrenn hann sjálvur hevði fingið prentsmiðjuna upp at standa, og eisini áðrenn Færø Amtstidende fekk sína prentsmiðju. Tí er brúðarvísan prentað í Keypmannahavn, og síðani er hon komin í óteljandi broyttum og víðkaðum útgávum.
- H. N. Jacobsen gav út eitt tað seigasta tíðarritið í Føroyum. Gudmundur Bruun fór undir at geva Færøsk Kirketidene út og árið eftir, í 1891, yvirtók bókahandilin sjálva útgávuna, fyrst í tvey ár. So kom steðgur í, sambært tí John Davidsen skrivar í 100-ára minningarritinum um H. N. Jacobsen. Sonur H. N. Jacobsen, dr. Jakob Jakobsen, vildi sleppa at geva eitt størri og meira alment upplýsandi tíðarrit út, gott og ímyndingarríkt, sum sømdi ritstjóranum, og Heimdalur var ætlanin, at tíðarritið skuldi eita. Men tað varð av ongum, og tí tók H. N. Jacobsen útgávuna av Færøsk Kirketidende uppaftur. Tíðarritið skifti í 1956 navn til Kirkjutíðindi.
- Bókahandilin hevur givið fleiri bøkur hjá dr. Jakobsen út. Fyrst Færøsk Sagnhistorie í 1904 og í 1907 saman við Vilhelm Prior, kongliga Hofbókahandlinum í Keypmannahavn Diplomatarium Færoense, tað er Føroyskt fodnbrævasavn. Færøske Folkesagn og Æventyr kom fyrst út í Keypmannahavn. Tað var Samfundet til Udgivelse af gammel nordisk Litteratur, sum gav tað stóra savnið út frá 1898 til 1901. Seinni yvirtók H. N. Jakobsen hesa útgávuna. Og í 1957 gav bókahandilin Greinir og ritgerðir hjá dr. Jakobsen út við inngangi eftir Chr. Matras. Gamli bókahandil hevur á henda hátt verið ein sera týðandi útgevari av bókum, sum hava vísindaligan týdning.
Songbókin og Álmanakkin
- Millum fyrstu føroysku bókaútgávurnar vóru lærubøkurnar ein stórur partur. Bókahandilin gav í hvussu er stavingar- og lesibøkurnar út, eftir at føroyskt var blivið rættilig lærugrein og undirvísingarmál í skúlanum eftir 1938. Pisubókina og Harubókina hjá Evensen og Barnabókina í 1923 hjá Hans Andriasi Djurhuus kenna mong av okkum sum eru í fjørutunum og eldri frá fyrstu skúlaárunum. Gamli Bókahandil gav eisini yrkingasøvnini hjá "fólkakærasta skaldi" okkara, H. A. Djurhuus, út og seinni tey sjey Ritsavn-bindini.
- Útgávuvirksemið hjá Gamla Bókahandli hevur á henda hátt fyrst av øllum verið fólksligt so at siga. Lesibøkurnar, sagnirnar og ævintýrini eru fólkaogn og Songbók Føroya Fólks ikki minni.
- Fyrsta føroyska songbókin var Føriskar vysur, sum kom út í Keypmannahavn í 1892. Í henni standa sangir, sum studentarnir høvdu yrkt til føstulávinstveitslurnar á Garði í Keypmannahavn síðan 1876. Longu í 1899 kom ein nýggj songbók við Songum og sálmum. Úr hesum báðum songbókum reis Songbók Føroya Fólks, sum kom út á fyrsta sinni í 1913. Tá gav eitt bókmentafelag, Hitt føroyska bókmentafelagið, bókina út. Tað vóru Kristin í Geil og Rasmus Rasmussen sum greiddu hana til prentingar. Frá tí at Songbók Føroya Fólks kom út í 1920 og til níggjunda útgávan kom í fjør summar, hevur H. N. Jacobsens Bókahandil verið útgevari. Hetta er sangbókin, har tjóðskaparligi samleiki okkara savnaður. Í sangunum hjá Jóannesi Paturssyni, Hans Andriasi Djurhuus, Mikkjali á Ryggi, Frændum, Kára P. og mongum øðrum finna vit lýsingar av, hvat tað merkir at vera føroyingur.
- Er Songbók Føroya Fólks eitt flaggskip hjá bókahandlinum, so er Álmanakkin tað ikki minni - henda bók við tí koptiska navninum sum býtir árið sundur í mánaðir, vikur og dagar, og umfatar nógvar upplýsingar av astronomiskum og jarðbundnum slag.
- Gamli Bókahandil hevur á henda hátt serliga givið afturvendandi rit út. Og til fyri fáum árum síðani hevði bókahandilin sína egnu prentsmiðju, og tí lá tað so væl fyri at geva slíkar bøkur út. Prentarayrkið er nógv broytt og er fyri ein stóran part vorðið digitalt. Hesi seinastu árini eru hesar báðar høvuðsútgávurnar hjá bókahandlinum digitaliseraðar, so at tað er uppaftur lættari enn fyrr at skipa fyri endurskoðaðum og dagførdum útgávum.