Gamli Bókhandil 140 ár

Leygardagin var móttøka í hugnaligu hølunum aftanfyri Gamla Bókhandil í samband vi:, at Gamli Bókhandil fríggjadagin fylti 140 ár. Kunningarstovan í Havn fer í framtíðini eisini at húsast í hølunum hjá Gamla Bókhandli

 
Móttøka var leygardagin í Gamla Bókhandli í Havn. Fyrst úti í gó:ve:rinum í Bojsensgar:i aftanfyri Bókhandilin. Seinni var: fari: innar í hugnaligu hølini aftanfyri bókhandlin.
Ta: eru 140 ár sí:ani virksemi: byrja:i í Gongini í Havn og er Bókhandilin tí millum elstu handilsvirkir í landinum.
Halgir W. Poulsen, forma:ur í grunninum, sum eigur og rekur Gamla Bókhandil, bey: teim, sum komu til móttøkuna, vælkomnum og seg:i eitt sindur um virksemi: og framtí:arætlanir, i: millum anna: snúgva seg um umbyggingar og leigu av eystara parti av hølunum til Kunningarstovuna, sum sostatt kemur at húsast á Vaglinum í framtí:ini. Hann nevndi søguliga um byrjanina í Gongini og um, tá realskúlin (nú kent sum Gamli Bókhandil, blðm.) skuldi seljast á almennum uppboði og metti Halgir skemtandi, at hetta helst hevur verið tátíðar einskiljing.
Heitt var á løgtingið um at ogna sær bygningin á Vaglinum, fyri at tryggja varðveitsluna, men ráðini vóru ikki altíð so góð tá, so hetta varð av ongum. Ognin kom tí í familjuna hjá bókbindaranum fyri 25.000 krónur í 1917, ið var hægsta boð.
Hetta var heppið, metti Halgir W. Poulsen, og sipaði til varðveitsluna og hann segði, at hesum ætlar grunnurin at halda fram við.
Eigararnir stovnaðu grunn í 1987, fyri at  tryggja varðveitslu og framhaldandi virksemi.
Í nevndini sita eisini Malan Marnersdóttir og Tummas Hanus Dam. Malan seg:i nøkur or: um søguna og Tummas Hanus um umbyggingarnar.
Umbyggingar verða nú framdar í ásannan av, at handilin er trupul at reka og at tað er tungt at reka  eitt hús sum hetta.
Malan segði eitt sindur um søguna, um stovnaran av H.N.Jacobsens bókhandli, Hans Nikolai (nevnur Niklái) Jacobsen, sum ikki var upprunaligur havnarmaður, sum so mangur við honum.
Mett varð, at bókhandilin er millum elstu handilsvirkir í landinum, tí føroysk handilsvirkir kunnu ikki vera eldri enn 149 ár, tí einahandilin var tikin av í 1856.
 
Á samkomuni leygardagin í samband við 140 ára dagin møttu bókaáhugaði,  handilsfólk, so sum aðrir bókhandlarar, umframt fólk, ið vanliga støkka innar ella hava eitthvørt við handilsvirkið ella familjuna at gera.
 
 
 
 
Myndir: D.Olsen
 
 
 
 
 
Fakta
Hans Nicolai Jacobsen, Hans Niklái, 1832-1919
 
 
1854: bókbindarí í Gongini  Klettaskot
1865: bókahandil
1870 uml.: fer undir bókaútgávu við Brúðarvísuni; prentað í Keypmannahavn, seinni í bókahandlinum
1891: gevur Færøsk Kirketidende út (fyrsta blaðið kom út í 1890, blaðstjóri var Emil Bruun), frá
                      1956: Kirkjutíðindi
1918: Handilin fluttur í gamla realskúlan
 
(Kelda: M. Marnersdóttir)