info
Ongi úrslit

Gamli Jupiter skal fiska tað sum eingin annar fiskar

- Skipið hevur ligið við bryggju í júst eitt ár, og nú vilja vit royna at menna okkurt nýtt við gamla skipinum, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari

Vilmund Jacobsen
8. september 2025 kl. 10:31

Í morgun loysti gamli Jupiter í Kollafirði og stevndi suður til Havnar, har skipasmiðjan Mest skal gera vanligt viðlíkahald við skipið, sum hevur ligið í eitt ár.

- Vit fara at gera skipið klárt til royndarfiskiskap, og her hugsa vit um fiskasløg, sum føroysk skip í løtuni ikki veiða. Vit hava ongar kvotur og eingi loyvi sum er.

Tað sigur reiðarin, Jógvan Martin Ferjá Joensen, sum fyrr í summar seldi nýggja Jupiter til P/F Hvalnes, ið er felagið, sum Kristian Martin Rasmussen og synir í Klaksvík eiga.

- Vit seldu Jupiter við øllum - eisini teimum loyvum, sum skipið hevur. Nú felagið í Klaksvík hevur lýst skipið til sølu aftur, ætla vit okkum at brúka navnið Jupiter á gamla skipinum.

Jógvan Martin væntar, at viðlíkahaldið, sum Mest nú fer at gera umborð í gamla Jupiter, fer at taka nakrar vikur - kanska ein mánaða ella so.

- Vit hugsa, at tá jólini fara at nærkast, verður skipið klárt at fara aftur til fiskiskap, og tá vóna vit, at okkurt er komið upp á pláss við alternativari royndarveiði.

Reiðarin heldur, at her eru fleiri møguleikar, sum ikki verða royndir í dag, og her nevnir hann eitt nú prikkafisk og reyðæti sum møguleikar.

- Vit halda, at her eru fleiri møguleikar - ikki bara møguleikar, sum lýstir verða leysir og søkjast kann um, men eisini møguleikar, sum vit sjálvir halda eru.

Hann sigur, at enn hava teir ikki søkt Fiskimálaráðið um loyvi at royndarveiða, men ætlanin er at skriva fleiri umsóknir í tiðini sum kemur. 

- Vit vóna, at onkrir møguleikar verða meira ítøkiligir, tá jólini fara at nærkast, og vit eru spentir eftir at royna alternativar møguleikar, sum ikki verða royndir í dag.

Jógvan Martin sigur, at um gamli Jupiter fær royndarloyvi til alternativa veiði, fara teir spentir til verka.

- Vit trúgva, at her eru ótroyttir møguleikar, sum ikki verða troyttir í dag, sigur hann.

Tað var, tá nýggi Jupiter varð seldur seint í juni í ár, at teir valdu at keypa gamla Jupiter aftur, sum felagið áður hevur átt.

- Gamli Jupiter hevur ligið við bryggju í júst eitt ár, og nú vilja vit royna at menna okkurt nýtt við gamla skipinum, leggur Jógvan Martin Ferjá Joensen aftrat.

Lesið eisini - 

120.000 tons kunnu fiskast av reyðæti - https://in.fo/news-detail/120000-tons-kunnu-fiskast-av-reydaeti

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

7 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Samstarvsmodell kann minka um oljunýtsluna hjá stórum orkunýtarum

6 minuttir síðan
Tíðindi

Nú tørvast skaldaljóð

58 minuttir síðan
Tíðindi

Lerwick vísir áhuga fyri nýggju Íslandsrutuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Samrøðurnar millum USA og Russland broyttu einki

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan: Átaks­ráð­ið um­røtt net­trygdar­støðuna við PHP

3 tímar síðan
Lesarabrøv

5.000 krónur loysa ikki ein trupulleika, sum varir alt árið!

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Nei Sirið – argument mangla ikki

3 tímar síðan
Tíðindi

Útgivið vísindaliga grein um lívið eftir bróstkrabba

4 tímar síðan
Tíðindi

Russland og Ukraina útflýggja hvørjum øðrum deyð herfólk

4 tímar síðan
Tíðindi

Supertyfon elvir til 10 metra høgar aldur

4 tímar síðan
Tíðindi

Sp/f Thorfinn Nielsen yvirtekur VatnOrku

4 tímar síðan
Tíðindi

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

7 tímar síðan