Ein av okkara lesarum, sum um dagarnar hevur verið í arbeiðsørindum í Pólandi, hevur sent okkum myndir av Lómi, sum Faroe Ship hevur selt til Danmarkar Myndirnar, sum lýsa Lóm í nýggjum hami og í nýggjum umhvørvi, eru tiknar í pólska býnum Gdynia. Skipið siglir nú millum eitt nú Danmark, Noreg og Póland. Á skipssíðuni stendur Norlines, sum er reiðaríið, og á hekkuni stendur nýggja navnið, Nordvik og nýggi heimstaðurin, sum er Nørresundby í Danmark.
Bæði Lómur og Blikur eru seldir sama felag í Danmark, men Blikur er ikki farin úr Føroyum enn.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship, sigur, at Blikur fer seinasta túrin úr Føroyum í komandi viku, tá ið hann eisini verður latin nýggja eigaranum.
- Tíðin var komin til at skifta systurskipini út, nú tey tátta í teimum 30 árunum. Nýggju skipini, sum bera somu nøvn, eru nógv størri og betri. Hetta eru bingjuskip, sum taka umleið 700 20 fót bingjur hvørt, sigur stjórin.
Nýggi Blikur og Lómur, sum nú sigla fyri Faroe Ship, eru langtíðarleigað, og á Faroe Ship eru tey sera væl nøgd við hesi bæði skipini, sum eins og gamli Lómur og Blikur eru systirskip.
Jóhanna á Bergi sigur, at Faroe Ship við útskiftingini av Lómi og Bliki hevur lagt flotan um til bingjuloysnir, sum hon tekur til.