Røkisskapur
Tað er ikki av tilvild, at Æðuvík vann sær pláss í Føroya Søgu sum best røkta bygd í 2001.
Men tað er ikki so nógv ár síðani, at Æðuvík var ruskpláss hjá eimum stórum parti av landinum. Allastaðni frá komu ruskbilar til Æðuvíkar at stoyta sína ótespuligu lastir útav bakkanum á Fossdalsbakka, har ruskplássið var.
Tá var mangan ónossligt í Æðuvík.
? Síðani er ómetaliga nógv hent, og eg haldi, at tað er væl klárað, at vit hava vunnið heiðurin at vera best røkta bygd í landinum í ár, heldur Jóna Christiansen.
Men tað er eisini lagt eitt stórt arbeiði í at fáa bygdina so vakra og nossliga.
? Vit vóru eisini við í kappingini seinast og tá vóru vit nummar tvey. Tað gjørdi, at áhugin fyri at halda fram var rættiliga stórur og alt bygdarfólkið var rættilgia spent upp á at royna at vinna fyrsta plássið her.
Øll bygdin tekur dugliga ikið lut í arbeiðnum at halda bygdina reina og ruddiliga og tað minsta øll hava gjørt, er at hampa og nossla rundanum hjá sær sjálvum. Samstundis hevur kommunan gjørt eitt stórt arbeiði at fáa ymisk viðurskifti í rættlag.
Jóna Christiansen sigur, at alt bygdarfólkið hevur í nógv ár gjørt rættiliga nógv burturúr at rudda bygdina, vegirnar og mølina.
? Tað besta er, at vit hava eisini fingið lagt tað niður í børnini, at tey skulu ikki órudda. Og tað hevur fest seg, tí tá ið børnini koma heim um kvøldarnar, hava tey karamellpappír og annað burturkast í lummanum, heldur enn at tveita tað á vegin.
? Tá ið børn úr Æðuvík eru aðrastaðni og ferðast, fáa tey mangan tað skoðsmál heimaftur við, at tey ganga sera væl um. Tað hava fólk aðrastaðni lagt til merkis og tað eru vit fegin um.
Hon sigur, at yvirhøvur verður tað ikki væl dámt um fólk tveita frá sær og gera tey tað, verður tað átalað.
? Í Æðuvík er bannlýst at tveita frá sær
Men hetta hevur ikki skapt misstemning í bygdini. Tvørturímóti hevur tað skapt nógva sosiala samveru og gott samanhald í bygdini, at vit rudda og nossla í felag.
? Vit hava eisini havt nógvar stuttligar løtur burtur úr hesum. Úrslitið sæst eisini, tí nú er tað ógvuliga nossligt og rudduligt í Æðuvík.
Hon heldur, at nú Æðuvík hevur fingið hendan heiðurin, fer tað at eggja fólki til at halda á og kanska at gera enn meiri burturúr. Tað kundi kanska eisini eggjað fólki í øðrum bygdum í kommununi at tikið táttin upp, tí tað er ikki líka væl vorðið allastaðni.