Gamligarður reistur

Mikudagin 20. juni 2012 varð nýggjasti bygningurin í Svínoy reistur – nevndur Gamligarður – sum ætlaður er at fevna um eldrasambýli, umframt at nógvir aðrir nýtslumøguleikar eru við bygninginum.

Bygningurin er reistur, nú tað stundar til útoyggjastevnuna, sum í ár verður í Svínoy leygardagin 23. juni.

Tá ið Klaksvíkar Kommuna fór undir samráðingar við Svínoyar Kommunu um at leggja kommunurnar saman, hevði Svínoyar Kommuna í eina tíð arbeitt við og hevði fingið tilsøgn um eitt eldrasambýli í bygdini til átta búfólk.

Svínoyar Kommuna hevði gjørt tekningar og útvegað grundøkið, grivið út og planerað áðrenn samanleggingina.

Síðani varð arbeitt víðari við verkætlanini, arbeiðið varð boðið út, og Norðhús hevði lægsta boð uppá umleið 4,6 milliónir krónur.

Av fíggjarligum orsøkum hevur verkætlanin drigið út, men á seinastu fíggjarætlanum hjá samanløgdu Klaksvíkar Kommunu, fyri 2011, 2012 og 2013, hevur býráðið játtað pening til at reisa og inniloka av bygningin, og tað er hetta arbeiðið, sum nú er framt.

Eingin ivi er um, at ein slíkur bygningur gevur nýggjar møguleikar fyri Svínoy. Nú leygardagin 23. juni 2012 er útoyggjastevna í Svínoy, og gevur nýggi bygningurin eisini møguleikar í slíkum høpi.