Um vikuskiftið verður serstøk trúboðarastevna í Betesta í Klaksvík, har fýra gamlir trúboðarar fara at minnast aftur á farnar dagar.
Talan er um trúboðararnar, Óla á Grømma Jacobsen, Páll Poulsen, Hans Sivertsen og Jógvan Purkhús, sum fóru undir virki sítt sum trúboðarar fyri eini hálvari øld síðani, í fyrstu syftu fóru teir til Íslands.
Á stevnuni fara teir at greiða frá um gamlar dagar í Klaksvík, serliga í Betesda og um fyrstu tíðina í Íslandi og teir hava myndir at krydda framløgurnar við
Bæði 17 Sangarar og ung fara at syngja
Samtundis verður ungdómsstevna í Betesda, og hara fara teir gomlu trúboðararnir at sita við eitt pallborð, har teir fara at svara spurningum frá teimum ungu.