Hóskvøldið fer hann at halda fyrilestur á Fiskirannsóknarstovuini.
Hans Gammeltoft-Hansen, sum er professari í rættarvísund, fer at halda fyrilestur, sum hann kallar Ombudsmandens funktion og statsretslig placering.
Gammeltoft-Hansen hevur verið umboðsmaður hjá Fólkatinginum síðani 1987.
Ferðin í Føroyum er fyriskipað av Landsstýrinum, Búskapar- og løgfrøðingafelagnum og Dansk Jurist- og Økonomforbund, sum halda skeið, har Gammeltoft-Hansen er boðin við.
Hann hittir eisini løgtingsnevndina, sum er sett at viðgera ein Løgtingsins umboðsmann, nú hann er í Føroyum.