Helst eru tað fá bókmentaverk, ið fáa so bráða og alfólkaliga undirtøku so vítt um heimsins lond, sum bókarøðin hjá enska rithøvundanum Joanne Rowlings, um gandaskúlanæmingin Harry Potter. Og sum vera man verður nógv gitt um, hvussu tað kann bera til, at lesarar ? og ikki bara teir sum bøkurnar eru miðaðar eftir og ætlaðar til, børn og ung, nei eisini tilkomnir lesarar ? mest sum falla í burturrykking uppi yvir hesum søgunum, á hvørjum máli tær so koma út. Tí teir tíggjað sær, sum vóru teir trøllbundnir, ja hetta minnir ikki sørt um Bitlaøðina, sum leyp í ungdómin í trýssunum, so stórt er komersið um bøkurnar. Hvørja ferð ein nýggj Potterbók kemur í bókabúðirnar umgongst ikki, at høvundurin gerst umrøðuevni í virðiligum kjaksendingun á virðiligum sjónvarpsstøðum, har bert virðiligt álvarsfólk sleppur framat, ið sjáldan virðir annað orð enn tað, sum hevur við virðiligar spurningar at gera sum búskap og millumlandaviðurskifti. Í virðiligum bløðum royna virðiligir ritstjórar somuleiðis, ja enntá blaðstjórar við, at loysa gátuna um Potterfyribrigdið og hugleiða í virðiligum oddagreinum um, hvørji tey gandaráð eru, sum hava dárað teir so at teir rúka í teldurnar at kunngera fyri høgum og lágum, hvat teir halda um eitt evni, sum upp á seg, sjálvandi, einki hevur upp á seg. Ummælarar í virðiligum tíðarritum og dagbløðum, bera høvundin saman við kendar og klassiskar barnabókahøvundar sum Lewis Carrol (hann ið skrivaði Alice í undralandi), Roald Dahl o.fl. Men hvat, ið tað, námt sagt, er, sum ger gandin í Harry Potterbókunum, ið tryllir børn sum hálvvaksin í øllum heraðshornum, tað eru flest á ójøvnum máli um. Men eitt er vist og tað er, at hesar bøkurnar sláa sum er øll sølumet, so fjølmiðlaáhugin man valla fara at minka enn um sinn.
Nú hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags givið út fyrstu bókina í Harry Potterrøðini Harry Potter and the Philosopher´s stone í føroyskari týðing. Týðingina, ið ber heitið Harry Potter og vitramannasteinurin, hevur Gunnar Hoydal gjørt. Harry Potter og Vitramannasteinurin er ein bók, sum bregður aftur í hevdbundna frásøgn bæði so og so, men høvundurin dugir at brúka gomul pret í frásagnarlistini á hegnisligan og einskilaðan hátt. Joanne Rowlings veit út í odd og egg, hvat ið ein góð søga er og hvussu hon skal sigast. Hon evnar til eina fjølbroytta og krevjandi søgutilgongd, ið kortini er fast skipað og greið við ongum óneyðugum slankum og burturvikum. Søgan um Harry Potter og vitramannasteinin er bygd upp sum ein spennisøga, ið fer fram í einum heimi, sum í senn er handan okkara og mitt í honum eins og heimurin hjá teimum fornisku er í søgnum okkara og ævintýrum. Søguheimurin í bókini, Hogwarts skúli fyri gandakynstur og galdralist, er í mongum upp á skjøns við hesumeginheimin. Hesumeginheimurin er eftir lýsingini hjá Joanne Rowlings, ein skynsemisborin betriborgaraheimur, sum stundar eftir reglusemi, eftir at gera seg so streymlinjaðan og skilvísan sum gjørligt, ja andliga forpilkaðan. Tískil er hann lítið móttøkiligur fyri ella bart út ræðist og skýggjar tað, sum er øðrvísi ella óregluskipað, sum er ófast ella hevur bara ein evarska lítlan misvísning. Henda betriborgara-lyndskan kemur í bókini skilligast fram í Dursley-hjúnunum Vernon og Petuniu og syni teirra, tí hálvbýtta og illa vanda og spilta Dudley. Tey hata alt, ið eróvanligt. Alt sum kemur á óvart. Til teirra verður Harry Potter sendur at vera ársgamal eftir at foreldrini eru deyð undir sera gátuførum umstøðum. Tað er tó synd at siga, at Dursley-hjúnini hava hjartarúm fyri dronginum og enn minni húsrúm, tí hann noyðist øll síni barnaár at búleikast í einum skápi undir loftstrappuni hjá teimum. Dursley hjúnini eru ímyndin av einum serligum slag av hampiligheit, sum er so gudsnáðiliga hálvblint, at tað bara sær helvtina av øllum heimsins skeivleikum ? ta helvtina, sum misprýðir hini. Meðan Harry Potter er hjá Dursley fólkunum verður hansara sanna natúr, gandurin, hildin niðri við øllum ráðum. Harry má harumframt tola bæði órætt og mismun í heimi teirra. Dudley, son sín, lata tey sleppa alt og fáa alt, men frá Harry tola tey ikki hálvdrigið orð og so saftarleys eru tey við hann, at tá ið hann fyllir tíggju ár fær hann bert eitt akslatræ og einar gamlar hosur hjá stjúkpápanum í føðingardagsgávu.
Søgan í bókini um Harry Potter og vitramannasteinin, er skift sundur í tveir meginpartar. Fyrri parturin er um tíðina, sum Harry er hjá Dursley fólkunum. Seinni parturin er um lív hansara á gandaskúlanum. Gandaskúlin er ein í mongum og mørgum enskur kostskúlaheimur, har fastleiki og agi ráða, men har ið rúm eisini er fyri tí óvanliga, tí sum brýtur frá reglu og skynsemi ? ella við øðrum orðum hugflogi og skapan. Í ein ávísan mun kann og er bókin óivað ætla at verða lisin sum ein uppvakstrarsøga. Ein søga um at koma til vits um seg sjálvan sum menniskja.
Ein samanblandingur av royndskygni og ævintýri, eyðkennir, sum nevnt, bókina. Men her eru aðrir træðrir bregdaðir saman enn í teimum sokallaðu ævintýraskaldsøgunum. Ávirkan frá tí frásagnarstíli, sum sermerkir ta sonevndu magisku realismuna í verkum, sum eitt nú suðuramerikanskir rithøvundar sum Gabriel Garcia Marques lótu úr hondum í trýssunum og hálvfjersunum, men sum vit eisini kenna úr eldri verkum t.d. Meistarin og Margarita, ið russin Michael Bulgakov skrivaði í tretivunum.
Tað er kortini ikki djúp speki ella søguligar, politiskar og tilverufrøðiligar hugsanir, sum eru drivfjøðurin í skrivingini hjá Joanne Rowlings, men harafturímóti hugurin at siga søgur, søgur sum fanga hugan, fyrst og fremst, tí at tær eru væl sagdar. Hetta sæst eisini aftur málsliga. Málið hon nýtur er miðvíst og skilaliga einfaldað niður til tað at dríva frásøgnina fram, men er ikki fyri tann skyld fátækt ella keðiligt. Tvørturímóti.
Ta føroysku týðingina hevur Gunnar Hoydal eins og nevnt gjørt. Sum heild haldi eg at henda týðingin er á heilt góðari leið, liðilig og ikki yvirføroyskað. Tó er hon í støðum merkt av, at hon helst er gjørd í skundi, tí ymsar leiðiligar gáloysisvillur koma fyri. Eitt nú verður frú Dursley, sum í enska tekstinum verður kallað aunt Petunia, viðhvørt nevnd mostir og viðhvørt fastur. Javnan kemur eisini heldur óheppið orðabrúk fyri. T. d. stendur á bls. 132, at Harry ?lá og lurtaði, hvussu Dean og Seamus (tveir skúlafelagar hjá honum) sovnaðu burtur?. Móðurmálsorðabókin skilmarkar tiltakið ?at sovna burtur? við orðunum: at doyggja, andast, slokna, og tað man vera dekan og rívan tikið til her. Fleiri ferðir er afturbenda fornavnið: seg, sær, sín brúkt á ein hátt, sum ger, at ilt er at vita, hvønn tað sipar til. Á bls. 143 stendur t.d. hesin setningurin: Harry sveiggjaði bólttrænum at forða fyri, at gartlan skuldi bróta sær nøsina. Tað er ikki lætt at vita um tað er nøsina á Harry ella gartluni, ið meint verður við. Summi orð eru skilliga misskilt í enska tesktinum eitt nú merkir orðið pudding (bls. 93 í upprunatekstinum) yvirhøvur tað sum etið verður omaná døgurða ella desert, men ikki buding (bls. 107 í týðingini), hóast tað eisini kann hava ta merkingina. Orðið neck á enskum (bls. 92 í upprunatekstinum) merkir hálsur ikki nakki (bls. 107 í týðingini). Orðið excitedly kann eyðvitað týðast uppøstur í onkrum høpi, men tá er tað við kynsligum undirtónum, sum eru óviðkomandi her. Orðingar í upprunatekstinum sum ?he asked excitedly? (bls. 113 í upprunatekstinum) áttu at verið týddar ?spurdi hann spentur? ikki uppøstur (bls. 130 í týðingini). At týða lýsingarorðið shabby nýtt um ein handil (á bls. 63 í upprunatekstinum) við orðinum niðurundirkomin (bls.72 í týðingini), haldi eg eisini vera ivasamt. Rættari hevði verið at sagt eitt nú ónossligur ella okkurt tannvegin. Aðrar kiskur í týðingini eru helst somuleiðis íkomnar, tí at ov skjótt er farið um, eitt nú tá ið setningar standa eftir á enskum í týðingini, hóast orðini eru føroyskaði. Ein orðing sum I couldn´t help overhearing (bls. 115 í upprunatekstinum) verður t.d. týdd: Eg kundi ikki lata vera við at hoyra (bls. 132 í týðingini). Orðalag í upprunatekstinum sum the low rolls of thunder that started near midnight (bls. 38) ljóða í týðingini: toran, sum fór at rulla út móti midnátt (bls. 41). Viðhvørt verður eisini ligið á somu orðunum, hóast upprunateksturin ikki gevur høvi til tað t.d. á bls. 133 har sagnorðini snapped og hissed í upprunatekstinum bæði verða týdd við orðinum físti. Hesir gekkirnir og onnur smábrek og skeivleikar undantiknir, so er henda týðingin hjá Gunnari Hoydal tó yvirhøvur væl brúkilig og serliga dámar mær væl, hvussu samrøðurnar í bókini eru týddar soleiðis, at tær eins og í upprunatekstinum eru ein avgerandi táttur í persónslýsingunum.
Samanumtikið haldi eg, at tað er eitt gott og tiltrongt tiltak hjá Bókadeildini at geva eina slíka bók sum Harry Potter og Vitramannasteinin út á føroyskum og eg vóni, at forlagið hevur fíggjarligar umstøður til at geva alla Harry Potter røðina út sum hon er komandi árini.