Ganga nakrir tímar áðrenn koyrandi verður

Landsverk mælir framvegis fólki frá at koyra ímillum bygdi

Roknast kann við, at tað gongur meginparturin av degnum í dag. áðrenn koyrandi verður allastaðni kring landið.

 Tað sigur Landsverk beint nú

 

Serliga er tað ringt á Vestmannavegnum, á Hálsi í Sandavági, við Norðskálatunnilin. og longur út móti Skálafjørðinum.

Fyrbils er bert eitt spor ruddað í Sundalagnum, so heldur ikki har er ráðiligt at koyra, tí vandi er fyri, at ferðsluproppur kemur í.

 

Landsverk mælir fólki frá at fara í bilin og nærkast hesum økjum, tí fyri tað fyrsta er hetta ikki vandaleyst, og í øðrum lagi er tað til stóran ampa og tarnar kavaruddingararbeiðinum.

Frægari stendur til í Norðoyggjum og í syðra parti av landinum; t.e. í Sandoy og Suðuroy.

 

Myndirnar hava maskinførarar hjá Landsverki hava tikið seinasta samdøgrið.

Tær eru av Sandavágshálsi og av Gøtueiði.