Ganga við rívu og stong

Í Skúvoy eru fólk soleiðis umleið hálvliðug at hoyggja, frættist, tá Sosialurin tosaði við skúvoyingar í gjár. Tað hevur viðrað væl har sum aðrastaðni, og nakað væl av hoynum er fingið til høldar.

Tað er væl av fugli í Skúvoy eisini, men ættin hevur ikki verið til vildar í summar. Ov nógv eysturætt hevur verið, og hon er ikki tann rætta, siga tey í Skúvoy.

Onkur dagur hevur kortini verið, har menn hava fingið eitt sindur. Teir vóru tíggir mans uppi frá báti nú hendan dagin og fingu 700 lundar. Fjórði maðurin var eftir á bátinum. Onkur hevur verið í bakkanum og fingið einar 200 lundar, og tað meta teir hampiligt.

Í Skúvoy er tann skipan, at tann sum eigur jørð, kann fara á fleyg hvønn dag. Tað er ikki býtt á ávísar dagar, sum aðrastaðni. Fleygast kann bert millum seks á morgni og seks á kvøldi, og triðingur verður latin í landparti. Soleiðis slepst undan, at onkur kanska er óheppin og bert eigur tørn, tá eingin ætt er og sostatt ongan fugl fær yvirhøvur.

Skúvoyingar hava verið óhepnir við útróðri í summar. Um hvítusunnuna var brim nógvastaðni, og í Skúvoy gjørdi tað rættiligan skaða. Tríggir bátrar fóru illa, og tann fjórði fór fyri einki. Tað vísir, siga tey úr Skúvoy, at bátahylurin er ikki nóg góður, sum er.

Onkur hevur verið onkran túr við kalvalínu, men tað bar einki serligt til, Tó vóru teir ikki sørir. Annars hevur tað mest verið til dyrging, flotað hevur verið.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.



- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið

Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?

- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.

Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.

- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.

Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.


Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?

- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.


Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?

- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.

Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.

Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....