info
Ongi úrslit

Gango: Eg haldi við báðum í kvøld

Ungarski málverjin hjá NSÍ, Andras Gango, hevur eitt bein í hvørjari legu í kvøld

info
Tróndur Arge
14. oktober 2014 kl. 15:21
Andras Gango, sum er føddur og uppvaksin í Ungarn, men hevur búð í Føroyum síðani 2006, sigur at hann leingi hevði droymt um at fáa Ungarn í okkara bólk. Málverjin hjá NSÍ hevur seinastu dagarnar verið tolkur hjá ungarska landsliðnum og fjølmiðlunum í Føroyum. Hoyr samrøðuna við Andras Gango við at trýsta á pílin undir myndini - Hetta havi eg droymt leingi um. Eg fekk næstan ikki sovið í nátt, sigur Andras Gango um náttina fyri at landsliðið hjá Ungarn mánadagin lendi í Føroyum. Les eisini: Hesir byrja inni móti Ungarn Til tíðindafundi hjá Føroyum og Ungarn í gjár var Andras Gango tolkur. Tað er torført at meta um hvussu umsetingin frá føroyskum til móðurmálið gekk, men tað gekk ógvuliga væl hjá U21 landsliðsmálmansvenjaranum at umseta til føroyskt. Les eisini: Brandur byjar inni Sostatt hevur Andras Gango verið bindiliðið millum tvær fótbóltstjóðir, sum standa honum nær. Hann hevur eisini torført við at velja síðu til dystin í morgin. Les eisini: Fróði tekur ikki brotsspark
- Líka mikið hvat, so verið eg fegin aftaná dystin. Eg verið nokk eins glaður og tú um Føroyar fáa eitt gott úrslit, sigur Andras Gango í samrøðu, har hann greiðir frá støðuni í ungarskum fótbólti. Les eisini: Lars hevur álit á Brandi Andras Gango greiðir í samrøðuni frá serligu støðuni, sum 38 ára gamli landsliðsvenjarin hjá Ungarn, Pál Dárdei, hevur. Hann er fyribils settur í starv fyri tríggjar landsdystir.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Meistaradeildin: NSÍ og KÍ hava størstu favorittstøðurnar

31 minuttir síðan
Tíðindi

Musk vísti fram flúgvandi Tesla

1 tími síðan
Tíðindi

Siðsøgan á útróðri í Grønlandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 skal spæla dystir 70 km vestanfyri ukrainska markið

3 tímar síðan
Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

10 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

11 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

11 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

12 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

12 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

13 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

13 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

13 tímar síðan