Hetta skiftið hevur ligið í luftini líka síðani Meinhardt Joensen fór frá NSÍ til B36, og Andras Gango síðani ynskti at gevast í Fuglafirði, men í gjárkvøldi gjørdist tað loksins veruleiki.
Heilt ókeypis fáa runavíkingar kortini ikki Gango, tí í einum slagi av býtishandli fáa fuglfirðingar 18 ára gamla Karl Løkin afturfyri. Hann er uppvaksin í NSÍ, men hevur síðstu árini verið á ítróttarskúla og eisini havt tilknýti til donsku feløgini OB og Randers.
Karl Løkin er tó ikki einasti runavíkingurin, tey í ÍF kundu hugsað sær. Í Fuglafirði vildu tey heldur enn fegin longt samstarvið við Øssur Dalbúð, men enn er ikki greitt, hvat tað fer at enda við.