Føroyingar hava ikki fingið serliga nógv mótmæli ímóti hvalaveiði síðani nógv umrødda springaradrápið í Hvalvík 11. september. Drápið fekk serliga nógva umrøðu tí eitt filmsbrot fór í umfar sum vísir ein mann, ið hevur fleiri minuttir um at fáa lívið av einum springara.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í veiðimálum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, hevur spurt hann, hvussu reaktiónin hevur verið.
Høgni Hoydal sigur at talið á mótmælum og miðlaumrøðan er tó ikki størri í vavi, enn vit hava upplivað fyrr, og mótmælini og umrøðan hava áður verið fleiri og størri. Hann sigur, at síðani springaradrápið hevur Fiskimálaráðið bara fingið eittans teldubræv úr útlandinum við áheitan um at halda uppat at drepa springara.
Í døgunum aftaná drápið í Hvalvík vóru túsundtals mótmæli á sosialum miðlum móti føroyskari hvalaveiðu. Hinvegin hevur Løgmansskrivstovan upplýst, at ímillum 11. og 19. september hava tey fingið 282 mótmælisskriv, men tey flestu eru frá somu heimasíðu, og eru eins í orðaljóði.
Harafturat upplýsir Uttanríkis- og vinnumálaráðið, at eftir springaradrápið í Hvalvík, hava reaktiónirnar uttan úr heimi sum heild verið tær somu, sum hava verið í sambandi við grindadráp seinnu árini, og tey hava fingið nøkur fá mótmælisskriv í kjalarvørrinum á springaradrápinum.
Sostatt er ágangurin nu ikki øðrvísi enn hann plagar at vera, og onkuntíð hevur hann verið ógvusligari, sigur Høgni Hoydal.
Sum vit skrivaðu í áðni, ætlar Høgni Hoydal sær ikki at seta bann fyri at drepa springara
Les meiri um tað her: Tað verður ikki bannað at drepa springara
Skulu vit ístaðin innflyta føði úr djórum frá handilsligari ídnaðarframleiðslu úr øðrum londum, er tað eitt rættiliga óskiljandi alternativ til at gagnnýta okkara egna náttúrutilfeingi, heldur hann.
Hann vísir á, at summi lond við ídnaðarframleiddum mati, hava gjørt av við alt vilt og livandi djóralív, og slík ídnaðarframleiðsla hevur, eftir hansara tykki, als ikki samband við náttúruatlit, umhvørvishugsan ella hugsan um djóravælferð.
Annars vil hann ikki taka støðu til, um lógin varð brotin í springaradrápinum í Hvalvík. Hann sigur, at tað er ikki hansara borð at leggja seg út í tað, tí tað má ákæruvaldið taka støðu til.