Fýra partrolarapør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu, men fiskiskapurin eftir upsa er smáligur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, og ein fiskar kongafisk.
Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, er á Føroyabanka og ger heyst yvirlitstrolingar.
- Vit rokna við, at allir ísfiskatrolararnir koma inn at landa í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at ein frystitrolari eisini fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi.
Av teimum smáu trolbátunum, er ein á landleiðini, og tveir eru norðanfyri.
- Trolbátarnir fáa eina blanding av toski, hýsu og flatfiski. Allir koma inn at landa í næstu viku.
Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.
- Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.