Garvillar skíðbrekkur

Rákið hevur verið á ferð  hesa ferð á skíðferð í Hemsedal í Norra.

Eitt hóskvøldið fóru vit rullandi við bilinum um borð á Norrönu, ið stór og stásilig á at líta lá við bryggju í Havn. Veðrið var gott allan túrin til Bergen, so tímarnir um borð fóru við at njóta góðar matstovur, bingo, fitness og eggjandi pengamaskinur. Áðrenn vit vistu av, rullaðu vit av aftur dekkinum við bilinum  hesa ferð í Bergen.
Eftir at hava skrivað okkum inn á Hotel Thon, ið liggur beint oman fyri bryggjuna, fóru vit ein túr í hugnaliga og vakra Bergen at hyggja okkum um. Fríggjakvøld var, og lív var í býnum á góðu matstovunum og kaféunum.
Hemsedal Tíðliga morgunin eftir gekk leiðin til Hemsedal, ið er ein lítil fjallabygd í Suðurnorra. Hemsedal liggur um fýra tímar við bili frá Bergen. Vit koyrdu eftir klingrutum landsvegum og vórðu allan vegin umfevnd av ovurhonds vakrari náttúru. Ikki eitt skýggj var á klára og bláa himmalinum, og sólin skein allan vegin á okkum og høgu kavaklæddu fjallatindarnar.
Tá vit um fýra tímar seinni komu til Hemsedal, høvdu vit koyrt ígjøgnum 45 tunlar, harumframt heimsins longsta tunnil, sum er 24,5 kilometrar til longdar. Vit vóru glað um endiliga at vera komin upp á pláss, funnu skjótt hotellið og vórðu móttikin av einum blíðum móttøkumanni á Hotel Skogstad - eitt gott hotell við góðum hentleikum.
Eftir at hava fingið alt viðførið upp á kamarið á fjórðu hædd, fóru vit beina kós niðan í skíðmiðdepilin at njóta seinastu sólargeislarnar og royna okkum á skíðunum.
Men lættari var sagt enn gjørt. Um Bambi ikki megnaði at standa á ísinum, ja, so megnaðu vit tað als ikki. Tað var at kalla ógjørligt at koma úr stað við teimum fyri mær so óstýriligu og longu skíðunum, ið bara gjørdu fortreð. Eftir tógvið stríð og sveitta á pannuni góvust vit og vendu aftur á hotellið.
Skíðmiðdepilin Dagin eftir royndu vit aftur við góðum treysti.  Hesa ferð við skíðlærara. Nú gekk betur. Skíðlærarin var effektivur, lærdi okkum skjótt og væl at standa á skíðum á byrjanarstøði og fortaldi okkum dúgliga um sjálvan skíðmiðdepilin.
Skíðmiðdepilin í Hemsedal er ein tann størsti í øllum Norðurlondm. Hann liggur á 640 til 1497 metra hædd og hevur skíðbrekkur, ið eru vælegnaðar til børn, nýbyrjarar eins og royndar skíðrennarar.
Har eru 48 skíðbrekkur, ið øll kunnu bólta sær í. Tann longsta skíðbrekkan er seks kilometrar long. Tað er ein framúr kensla at standa á toppinum á 1497 metra hædd og skoða oman yvir landslagið fyri síðan at fara við rúkandi ferð oman allar seks kilometrarnar. Tað tekur líka nógva tíð, um ikki longri, at fara niðan við lyftunum, enn tað tekur at koyra oman aftur.
Miðdepilin í skíðmiðdeplinum er ein skíðlyfta, ið tekur átta fólk. Lyftan førir teg skjótt og væl upp í miðjuna á skíðmiðdeplinum. Hiðanífrá hevur tú høvi at halda fram upp á tríggjar fjallatindar við øðrum lyftum. Eisini ber tað til at koyra við fullari ferð oman aftur á einari grønari, reyðari ella svartari skíðbrekku.
Alt í alt er skíðmiðdepilin í Hemsedal modernaður og í kapping við altjóða skíðmarknaðin.

Famijuvinarligt Hemsedal er í síni heild ein barnavinarligur býur. Á flestu matstovunum er barnastólur og ofta eitt spælihorn við leikum. Men serliga er skíðmiðdepilin barnavinarligur. Har er millum annað eitt barnaparadís við fimm skíðbrekkum, smáum lyftum, plúmm- og hoppibakkum, slalompark, spæliplássi og skíðskúla.
Somuleiðis er barnaansing á skíðmiðdeplinum fyri børn heilt niður í tríggjar mánaðir.
- Her er stuttligt at vera. Í dag havi eg teknað og hugt eftir einum filmi, men mamma og babba koma skjótt eftir mær, og tá fara vit øll at skíða. Babba skal halda í mær, meðan vit fara øgiliga skjótt omaneftir, segði ein lítil fitt, fimm ára gomul genta - Hanna Lise  við meg, tá eg vitjaði barnaansingina.
Øll børn undir sjey ára aldur sleppa ókeypis í lyfturnar og læna ókeypis hjálm.((Góðir bitar(Aftan á ein harðan dag á skíðbrekkunum stendur ein góður biti sjálvandi á skránni. Í Hemsedal eru møguleikarnir nógvir  alt frá pylsuvogni og til góðar á la carte matstovur.
Nógvar av matstovunum eru innrættaðar soleiðis, at tað ber til at fara beinleiðis frá skíðbrekkunum og inn at eta uttan at lata seg úr stóru stivlunum og tjúkku klæðunum. Men næstan allar matstovurnar hava borð uttanfyri, so tað ber eisini til at eta úti.
Á flestu matstovunum eru hølini innrættað soleiðis, at tað kennist eins og, at tú ert í einari hugnaligari smáttu. Livandi ljós, ljósakrúnur og fjallaborð, ið alt myndar eina serstaka skíðatmosferu.
Í skíðbrekkunum eru smáar hugnaligar kaféir við døgurða og nýgjørdum belgiskum vaflum.
Vit royndu fleiri ymiskar matstovur og verðar  pitsa, sjálvtøkuborð og fínan gourmet mat  alt fyri ein rímiligan prís, men ein skal tó hava í hyggju, at í miðal er alt 30 krónur dýrari í Norra enn í Føroyum. Men møguleiki er sjálvandi eisini at keypa inn í einum matvøruhandli og gera matin sjálvur.
Handilslív Eftir nakrar strævnar dagar á skíðbrekkunum fóru vit ein dagin oman í býin at hyggja okkum um. Hóast Hemsedal hevur 21 handlar í býnum, kann ikki sigast, at úrvalið er fjølbroytt. So um tú ætlar at shoppa, skal hetta gerast í Bergen. Flestu handlarnir selja skíðútgerð, og tískil ikki gávulutir og gerandis- og veitsluklæðir.
Hundasleða(Umframt at standa á skíðbrekkum bjóðar Hemsedal somuleiðis eina rúgvu av øðrum virksemi í kavanum. Vit stóðu hvønn dag á skíðbrekkunum, men nakrar seinnapartar royndu vit ymiskt annað. Eitt nú koyrdu vit á hundasleðu.
Sleðan koyrdi 25 kilometrar um tíman og varð hálað av seks fittum hundum, meðan vit sótu á sleðuni og nutu kavaklæddu náttúruna.
Kavaskutari(Men vit høvdu hug at fáa enn meira ferð á ferðina. Og vit fingu við vissu pulsin upp við einum túri á kavaskutara. Í Hemsedal ber til at koyra við kavaskutara á einum vølli við plúmmbakkum, men somuleiðis er kavaskutarasafari, ið er rættiliga spennandi.
Tá tú trýstir spitaran í botn ganga bert heilt fá sekund, so koyrir skutarin 70-80 kilometrar um tíman. Á kava kennist hetta sera skjótt, og flestu skutararnir megna at koyra 120 til 170 kilometrar um tíman.
Vit leigaðu kavaskutaran í ein tíma. Tað ljóðar kanska ikki av nógvum, men tað er ríkiligt, tí tað krevur nógva orku at koyra skutaran.
Aðrir aktivitetir eru somuleiðis í Hemsedal.  Eitt nú paragliding, ísklatring, kanosigling, ríðing, paintball, diskotek, bowling, billard.
Náttarlív og afterski Tá myrkrið leggur seg yvir Hemsedal, ber til at sláa seg leysan í býnum. Í Hemsedal eru fleiri smáar barrir og nøkur diskotek, har nógv hvørt kvøld nýta høvi at taka sær av løttum ella flippa eitt sindur út eftir ein harðan dag á skíðbrekkunum. Eitt nú royndu vit Eksperten Sportsbar, sum liggur miðskeiðis í skíðmiðdeplinum.
Um dagin ber til at fáa sær eina góða máltíð ella okkurt drekkandi í Eksperten Sportsbar. Seinnapartin og út á kvøldið letur matstovan seg tó í annan ham.  Tá ber til at hyggja eftir filmi ella fótbólti á stórskíggja, bowla, spæla billard ella at fara á afterski við diskoteki og smáum live-orkestrum.
Vit vóru eitt fríggjakvøld á staðnum, nógv fólk vóru komin saman og eitt lítið orkestur spældi norskar og kendar klassikarar, ið flest øll sungu við í. Av og á var eisini ein plátuvendari á pallinum.
Eksperten Sportsbar er eftir mínum tykki eitt stað, eg kann mæla øðrum til at fara, sum ikki eru troytt eftir dagsins strev á skíðbrekkunum og vilja njóta náttarlívið við dansi og góðum tónleiki.
Alt í alt(Tá vit fyri seinastu ferð fóru oman skíðbrekkuna, vóru vit samd um, at hetta hevði verið ein góð ferð í einum spennandi umhvørvi. Ein verður sanniliga bitin av skíðbrekkunum, ið geva tær eina øra og garvilla kenslu í búkin. Hetta var fyrstu, men avgjørt ikki seinastu ferð, vit fara á skíðferð.

Myndatekstur og sitat:
Tað er ein framúr kensla at standa á toppinum á 1497 metra hædd og skoða út yvir landslagið fyri síðan at fara við rúkandi ferð oman eftir seks kilometra longu skíðbrekkuni. Adrenalinið pumpar, tá tú liggur skerflatur við øru skíðunum í leysari luft.
At ferðast við bili er framúr. Tú ert at kalla tín egin harri frá tú fert úr Føroyum, og til tú kemur aftur.