Heismeistarafinalan í dart verður millum tvífalda meistaran Gary Anderson, og favorittin Michael van Gerwin. Ongantíð hava heimsins bestu rakt so væl, sum teir gera nú.
Gary Anderson, sum hevur vunnið heimsmeistaraheitið tvær tær seinastu ferðirnar, vann í kvøld á litíka Peter Wright. Úrslitið bleiv 6-3. Skotin við ringu eygunum rakti væl betri og tað var bara spenningur eina løtu í hálvfinaluni. Gary Anderson sær ikki bullseye á talvuni, um hann ikki hevur linsur ella brillur.
Í seinnu hálvfinaluni var hollendsk uppgerð millum hægst styrkismetta spælaran í heiminum, Michael van Gerwin, og mannin, sum sendi hann úr HM kappingini í fjør, tann dámligi Raymond van Barneveld.
Her bleiv spælt dart sum ongantíð fyrr. Hóast ongin sokallaður 9-dartari var í dystinum, so var talan um dart í heimsflokki. Michael van Gerwin vann dystin 6-2. 49 ára gamli Raymond van Barneveld spældi væl og var eitt skifti í byrjanini á odda, men tað nyttar bara lítið, tá Michael van Gerwin spælir betri.
Kendasti dartspælarin er 56 ára gamli onglendingurin, Phil ”The Power” Taylor. Hann er 16-faldur heimsmeistari, men tykist hava trupult at fylgja heimselituni. Hann tapti í fjórðingsfinaluni fyri Raymond van Barneveld.
Tað eru nummar eitt og tvey á heimsstyrkilistanum, Michael van Gerwin og Gary Anderson, sum møtast í PDC heimsmeistarafinaluni í Alexandra Palace í London í annaðkvøld.