Kendasti bólkurin nakrantíð í Danmark, Gasolin, veitir løgini til semifinaluna í X-Factor fríggjakvøldið. Teir fýra finalistarnir, sum eftir eru, hátíðarhalda rokklegenduna við hvør sínari tulking av Gasolin-sangum, og trummuspælarin í Gasolin, Søren Berlev, verður gestatónleikari. Thomas leggur fyri við lagnum frá fyrstu fløguni hjá Gasoline, ?Langebro?.
Jesper syngur klassikaran ?Kvinde min?, frá fløguni ?Gas5? ? ein sangur, sum sambært dr.dk bleiv nummar tvey í atkvøðugreiðslinum ?Heimsins besti danski sangur?.
Tina syngur einasta enska lagið hjá Gasoline, nevniliga ?This is my life? frá fløguni ?Efter endnu en dag?.
Og The Fireflies enda kvøldið við einum lagið frá fløguni ?Gøglernes aften?, og tað verður lagið ?Hvad gør vi nu, lille du?
Haraftrat skulu semifinalistarnir framføra eitt lag, sum lesararnir á dr.dk/xfactor hava valt til tey.