- Hetta var vanligt fløskugass, sum vit plaga at rópa tað, og tað er undir vanligum umstøðum ikki vandamikið. Aðrar fløskur kunnu vera lívshættisligar. Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, segði, tá Portalurin hitti hann í nátt, at tvær gassfløskur vóru í summarhúsinum, sum eldur var í á Raktanga. men hesar fløskur fingu sløkkiliðsmenninir út beinanvegin.
Spurdur, hvussu vandamiklar slíkar gassfløskur eru, sigur Sunleiv, at tær undir vanligum umstøðum eru ikki serliga vandamiklar.
- Hetta var vanligt fløskugass, sum vit plaga at rópa tað, og slíkar fløskur hava vanliga yvirtrýst, soleiðis at ventilurin blæsist av við trýsti, og gassið brennur úr teimum, sigur hann.
Men tað eru aðrar fløskur, sum kunnu vera lívshættisligar.
- Eg minnist, tá vit sløktu eld umborð á djúpvatnstrolaranum Suðringi, sum lá við Runavíkar havn. Har vóru fleiri stórar fløskur umborð við ymiskum evnum, sum veruliga kunnu spreingjast í luftina, tá tær gerast heitar, sigur Sunleiv Højgaard.
Myndin er tikin umborð á Suðringi, tá eldur hevði verið í skipinum fyri nøkrum árum síðan, og sløkkiliðsleiðarin vísti Portalinum stóru fløskurnar, sum ivaleyst kundu havt gjørt av við alt livandi umborð.