Gasslogi í bakborð!

Raka BP og Shell við olju í føroysku undirgrundini um einar tríggjar vikur fara feløgini beinanvegin at testa brunnin og tá verður neyðugt at ?flara?. Gasslogi fer tá at standa upp í loft og verður fyrsta eyðsýnda tekinið um, at olja er funnin á føroyska landgrunninum. Og vil væl við, kann tað verða manningin á Norrønu ella øðrum skipum har um leiðir, sum tey fyrstu, ið fara at síggja gasslogan. Tað sama hendi fyri skjótt 10 árum síðani, tá manningin á Smyrli sá gassloga við hinumegin markið

 

 

Reportasja/analysa

 

 

 

 

 

Tá BP og Shell ? somu oljufeløg, sum nú bora á okkara landgrunni - í 1992 sum tey fyrstu nakrantíð settu borin í á djúpum vatni í Hetlandsrennini millum Føroyar og Hetland hendi tað, sum feløgini ikki høvdu ætlað skuldi henda, nevniliga at manningin á Smyrli á tess rutusigling millum Føroyar og Skotland, fekk eygað á gassloga stutt frá føroyska fiskimarkinum. Hesin gasslogi var einki minni enn byrjanin til oljuævintýrið, sum í dag telur ikki minni enn tvey risastór oljufelt í framleiðslu, Foinaven og seinni Schiehallion. Gasslogin, sum sást á brúnni á Smyrli tá, var byrjanin til fyrstu útbyggingina av einum oljufelti vestan fyri Hetland, Foinaven.

 

 

 

Tað var ongantíð ætlanin hjá BP og Shell, at tíðindini um oljufundið skuldu leka so skjótt út. Eitt nú vórðu føroyingar og bretar í torførum samráðingum um ásetan av undirgrundarmarki og harvið eisini ognarrættin til stór ríkidømi. Møguliga kundi almannakunngerðingin av slíkum oljufundi gera tað torførari hjá bretsku stjórnini at sannføra føroysku samráðingarfólkini um, at markið skuldi ikki vera miðlinja. Men borðið fangaði. Manningin á Smyrli kundi fortelja umheiminum, at skjøtil varð settur á eina spildurnýggja oljuprovins, Atlantsmótið ella The Atlantic Margin. Og í fjølmiðlunum var áhugin fyri Føroyum sum komandi leitiøki brádliga ovurstórur. Skrivað varð um oljumilliardirnar, sum bíðaðu í undirgrundini. Serliga var tað føroyski oljuserfrøðingurin, Daniel Poulsen, sum gjørdi vart við nýggja fundið og tann týdning tað fór at fáa fyri alt føroyska økið.

 

 

 

Lagnunnar speisemi ella álvari má tað sigast at vera, at nú nærum 10 ár eftir at rakt varð við stórar oljugoymslur á bretskum øki men tó bert fáar fjórðingar frá føroyska markinum, eru tað nettupp somu feløg, BP og Shell, sum í ferð við at royna eydnuna okkara megin markið. Tey hava sera stórar vónir og viðganga, at tað tey ?síggja? í undirgrundini líkist tí tey funnu hinumegin markið fyrst í 90-unum. Sjálvandi vóna tey, at søgan fer at endurtaka seg: at tey eisini raka við olju okkara megin markið. Og við teimum royndum og vitan tey longu hava frá feltum sínum í bretskum øki skuldi ikki verið so ósannlíkt, at tey fara at finna olju her eisini.

 

 

 

Og tá er spurningurin eisini, um ein annar partur av hesi forvitnisligu søgu fer at endurtaka seg - nevniliga tá Norrøna á eini av komandi ferðum sínum úr Hanstholm til Havnar fer framvið boriskipinum West Navion á føroyska landgrunninum ? at manningin á brúnni fer at síggja gassloga í bakborð, fyrsta veruliga eyðsýniliga tekinið um oljufund?

 

 

 

Hesa kensluna fekst tú, tá siglt varð á rutuni hjá Norrønu vikuna fyri ólavsøku framvið boriskipinum West Navion seint sunnukvøld, júst um tað mundið, tá gjørt varð klárt til at seta á undirgrundina. Tað er nevniliga so, at oljufeltini á bretskum øki og leitingin í føroykum umráði liggja í forlongilsi av hvørjum øðrum og parralelt við kósina hjá Norrønu. So stutt er eisini millum bretsku framleiðsluskipini og leitiskip- og -pall á føroyskum øki, at tey síggja hvørt annað við berum eygum.

 

 

 

Eftir fyrst í skýmingini at hava siglt framvið goymslu- og framleiðsluskipinunum á Foinaven og Schiehallion oljufeltunum bretsku megin markið, har gasslogarnir stóðu upp í loft, og har einir fýra til fimm stórir pallar eisini boraðu, varð siglt um nógv umstrídda markið. Umleið ein tíma seinni komu vit í dýrdarveðri fram á West Navion, sum lá stilt í sjónum og heilt upplýst í kvøldarmyrkurinum. Nú so nógv hevur verið skrivað og tosað um alt hetta var tað eisini ein sjáldsom og hendingarrík uppliving fyri tey nærum 1000 ferðafólkini og manningina, sum eisini vórðu sum tikin á bóli, tá hesir upplýstu ?minibýirnar? lógu fyri teimum á havinum.

 

 

 

Skiparin henda túrin, Hendrik Hammer, útihýsir ikki møguleikanum, at Norrøna komandi túrarnar fer at velja siglingarleiðina millum Holið og Havnina heldur enn at fara norður um. Tað veldst so um veður og vind. Er sýnið hampuligt ber til at síggja West Navion í havsbrúnni.

 

 

 

Tá vit standa á brúnni og eygleiða ljósglæmuna frá boriskipinum, sum glitrar í tí spegilsklára sjónum, standa søgurnar, sum gingu um fundini bretsku megin markið fyri skjótt 10 árum síðani, tá manningin á eini aðrari brúgv, henni á Smyrli, sá gasslogan frá boripalli, púra klárar fyri einum. Skiparin útihýsir heldur ikki møguleikanum fyri, at søgan skal fara at endurtaka seg, nú bara á brúnni á Norrønu. Sjálvur verður hann ikki við komandi túrarnar, men har verða aðrir góðir menn á brúnni, sum ætla sær at hava eitt vakið eygað við West Navion, tá siglt verður framvið. Er sýnið hampuligt koma teir at síggja ein møguligan gassloga frá boriskipinum, um og tá hetta hevur rakt við olju og fer undir at testa.

 

 

 

Sosialurin skilur, at sambart arbeiðsprogramminum hjá BP/Shell er ætlanin at testa møguligt fund beinanvegin. Tvs. at fáa fleiri upplýsingar um oljuna og goymsluna skjótast tilber. Hetta er so eisini í tráð við tað, sum bæði boristjórin hjá BP segði við Útvarpið herfyri og høvuðsstjórin hjá felagnum segði við Sosialin fyrr í vár, at ætlanin er ? um olja verður funnin ? at fara undir at framleiða skjótast til ber. Hetta skal tó gerast í samráð við føroyska myndugleikar.

 

 

 

Hjá Statoil harafturímóti verður eingin ?flaring? tvs. at teir fara ikki at testa møguligt felt beinanvegin, um teir raka við olju undir boringini við Sovereign Explorer. Tað bíða teir við. Tí er tað bara West Navion, sum manningin á brúnni á Norrønu og fyri tað eisini á øðrum skipum á leiðini, ið eitt vakið eygað skal havast við. Hvat úrslitið verður verður tíðin at vísa. Men dagarnir ganga og við nýtímans útgerðini West Navion hevur umborð ? og um alt gongur sum tað skal ? kann henda, at eitt úrslit fyriliggur væl fyrr enn nakar á landi hevur ímyndað sær.

 

 

 

Hóast tað er torført at fáa nakað at vita frá hvørki Statoil ella BP, so ber til at samanbera hesar boringarnar við boring aðrastaðni og fáa eina hóming av gongd og tíð. Eftir tí sum Sosialurin hevur roknað seg fram til kunnu bæði Statoil og BP umleið 20. august siga okkurt ítøkiligt um, um teir hava rakt við kolvetni ella ikki. Feløgini hava annars sagt frá, at tey neyvan kunnu siga nakað fyrr enn í september. Tey vilja sjálvandi ikki lova ov nógv og heldur hava nakað at lorað út uppá. Men vit eiga ikki at verða kløkk fyriliggur okkurt úrslit væl fyrr. T.d. hevur høvuðsstjórin hjá BP úttalað til Sosialin, at teimum nýtast kanska ikki meira enn 18 boridagar á føroyska økinum. So kemur testingin omaní. Tvs. at BP kann koma við um ikki tí endaliga svarinum so eini meting væl áðrenn 20. august. Alt hetta eigur tó at takast við fyrivarni. Av tí at báðar boringar eru at meta sum ?tight? tvs. ?lukkaðar? fyri almenninginum, verða eingir upplýsingar latnir undir boringini. Bara Oljumálastýrið hevur krav uppá at fáa allar upplýsingar sohvørt.

 

 

 

Nær borurin kemur til tey møguliga oljuberandi løgini veldst so sjálvandi um, hvussu líkindini verða td. hvussu nógv basalt er at bora ígjøgnum osfr.

 

 

 

Bæði oljufeløgini bora úti á millum 1000 og 1100 metra dýpi. Borurin hjá BP skal umleið 3800 metrar niður gjøgnum grót- og sedimentløg, áðrenn hann kemur á mál. Statoilborurin skal eitt sindur stytri. Hesi tølini skulu sjálvandi takast við fyrivarni. Fyrst í hesi vikuni hevði Sovereign Explorer borað í umleið 20 dagar. Eitt møguligt kvalifiserað skot er, at borurin er komin millum 1000 og 1500 metrar niður. Tvs. at Statoil hevur borað millum triðing og fjórðing av teininum. Hóast BP hevur borað í stytri tíð so eru teir eisini komnir nakað tað sama. Áhugavert er eisini at merkja sær, at í báðum boringum verður miðjað móti at bora gjøgnum fleiri ymsar strukturar, sum í teoriini kunnu goyma olju og gass. Hóast tað ikki er serliga sannlíkt, so ber til hjá feløgunum at koma niður á meira enn tað eina feltið, sum kósin fyrst og fremst er sett móti.

 

 

 

Tað er greitt, at við hesum boringunum, har borað verður gjøgnum sedimentløg, ið ongantíð áður eru kannað um okkara leiðir, fáa føroyskir jarðfrøðingar eisini eina spennandi og nýggja vitan. Um olja verður funnin ella ikki og í lønandi nøgdum, so verður vitanin, sum kemur upp úr holunum í hvussu er at meta sum gullvert fyri føroyskar jarðfrøðingar og eisini oljumálastýrið. Ein slík leiting kann verða av sera stórum virði fyri allar partar, hóast tú ikki her og nú ger nakað veruligt oljufund. Tað er eisini tí, at Oljumálastýrið í loyvunum hevur tryggjað sær atgongdina til allar upplýsingar.