At gera sáttmálar um ritbúna við telduframleiðarar er nakað, sum seinasta tíggju-ára skeiðið hevur vundið alt meira upp á seg.
Hugskotið er aloftast, at fyritøkur, sum selja ritbúna, her hava møguleika at bíta seg avgerandi fastar á part av marknaðinum. Bæði við atliti til at venja nýggjar brúkarar at nýta teirra ritbúna. Og tí hetta í næsta ættarliðnum kann viðføra stórar inntøkur til fyritøkuna.
Heini Zachariassen vil ikki siga nakað um avtaluna, sum er gjørd við týska Medion, men líkist hon øðrum avtalum av líknandi slag, so er tað ikki so, at Bullguard selur hvørt einstakt virus-forrit til fullan handilsprís. Vinningurin í fyrsta søluliðnum er nevnliga ikki so stórur, men eftir eina tíð skal lisensurin hjá ymsu brúkarunum endurnýggjast, og tá er tað, at sølan veruliga kann taka dik á seg. Og tað ger hon somuleiðis, um brúkarin er somikið væl nøgdur við skipanina, at hann eisini velur Bullguard, næstu ferð virus-forrit skal keypast.
Tað var tann nú so múgvandi Bill Gates, sum var fyrstur at gera sær dælt av hesum handilshátti innan telduheimin. Hann var skjótur at síggja, at IBM var í holt við at skapa ein nýggjan standard innan heimateldur. Og skjótari enn nakar annar dugdi tann ungi Bill at síggja, hvussu stór útbreiðslan av teldum fór at vera. Ikki bara frá IBM men frá øllum møguligum øðrum framleiðarum, sum fóru at gera teldur eftir IBM-standardinum.
Um tað mundi kappaðust tríggjar stýrisskipanir á marknaðinum, men Gates gav tó IBM besta tilboðið. Hann vildi nevnliga lata MS-Dos ókeypis til allar heimateldur, sum IBM seldi.
Fyrstu tíðina kundu fólk so velja millum tríggjar ymsar útgávur av IBM, men tá útgávan við MS-Dos var væl bíligari enn hinar, gjørdist hon skjótt altdominerandi á marknaðinum. Eisini hóast Gates sjálvur hevur viðgingið, at skipanirnar hjá kappingarneytunum í nógvar mátar vóru betri.
Vinningurin hjá Microsoft og Bill Gates var, at MS-Dos nú setti standardin á marknaðinum. Mest sum øll forrit vórðu nú gjørd til MS-Dos Og tá HP, Compaq, Olivetti og aðrir framleiðarar nú fóru í holt við at yvirtaka PC-marknaðin, máttu hesi keypa rættindini til skipanina frá Microsoft. Og somuleiðis mátti brúkarin keypa uppgraderingar av Dos, so hvørt sum hesar komu.
Í dag finst valla ein heimatelda, sum ikki nýtir skipanir frá Microsoft&