Gattuso torir ikki til London

 

Gennaro Gattuso torir ikki til London við liðfeløgunum, tí hann er bangum fyri trygdini hjá sær sjálvum. Tað var Í fyrru 1/8 finaluni í Champions League, at AC Milan miðvallarin, Gennaro Gattuso, stútaði og skumpaði Tottenham hjálparvenjaran, tann 59-ára gamla Joe Jordan. UEFA hevur revsað italska HM vinnarin frá 2006 við einum fýra dystar leikbanni.

 

Seinni dysturin verður í London 9. mars og Gennaro Gattuso hevur longu boðað frá, at hann ikki ætlar sær við til London at stuðla liðfeløgunum. Hann er bangin fyri trygdini hjá sær sjálvum.

 

- Mær er fortalt, at tað vera 47.000 áskoðarar á White Hart Lane og allir vilja sláa meg, so eg fari ongan veg, sigur Gennaro Gattuso sambært Dailymail.

 

Gennaro Gattuso hevur brúkt nógva orku upp á at forklára hví hann gjørdist í øðini eftir dystin í Milano.

 

- Tá dysturin var liðugur tók Joe Jordan brillurnar av og tóktist gera seg kláran til at berjast. Hann ýldi ljót orð eftir mær fleiri ferðir, sigur Gennaro Gattuso, sum løtu seinni stútaði Joe Jordan.

 

Um tað er umbering nokk til at stúta ein eldrin mann má so verða upp til tann einstaka.