Eitt sterkt blátt ljós og helst ein lutur, sum fer í upploysn á himmalhválvinum yvir ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv í kvøld.
Í kvøld hava ávaringarlúðrar ljóðað í fleiri ukrainskum býum, eitt nú í Kyiv og næst størsta býi landsins, Kharkiv.
Sagt verður eisini frá ávaringarlúðrum har suðuri í Ukraina, og at enda verður sagt, at í Dnipro-fylkinum hava verið russisk loftálop.
Andrij Jermak, ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, skrivar á Telegram, at ukrainska verjan fer at siga frá ljósfyribrigdinum, tá støðan er meira avklárað.
##med2##
Í kvøld siga ukrainskir miðlar, at ávaringarlúðrar eisini ljóða í regiónunum, Sumy, Zaporizjzja, Luhansk og Donetsk.
Sagt verður eisini frá álopum í kvøld á Kharkiv.
Dagføring:
Nú siga ukrainsku myndugleikarnie, at gátuføra hendingin í loftrúminum yivir Kyiv í kvøld helst er ein fylgisveinur hjá NASA, sum er dottin niður.
Sambært hernaðarleiðsluni í Kyiv vórðu ávaringarlúðrarnir settir í verk í Kyiv í royndini at fyribyrgja skaðum av niðurdotna fylgisveininum.
https://twitter.com/i/status/1648773071698788352