Gav USA skyldina av fíggjarkreppuni

Í einari røðu fyri russiska fólkinum í dag segði russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, at USA hevur skyldina av fíggjarkreppuni, sum ger um seg kring allan heimin Forsetin segði eisini, at tað var USA, sum hevði skyldina avkrígnum millum Georgia og Russland herfyri.

Meiningakanningar í Russlandi hava víst, at tveir triðingar av russiska fólkinum eru bangin fyri at gerast arbeiðsleys orsakað av fíggjarkreppuni. Men forsetin vissaði tey um, at Russland fer at fóta sær.

Medvedev nam eisini við ta hernaðarligu støðuna, og hann segði, at Russland fer at seta rakettir upp í Kaliningrad við polska markið.

Eygleiðarar í Moskva siga, at tað var neyvan av tilvild, at røðan hjá russiska forsetanum bleiv send dagin eftir amerikanska forsetavalið.