Gávan tiltann kreativa

Micrografx Windows Draw er eitt gott, bíligt og kreativt forrit, bæði til heimanýtslu og á skrivstovuni

Ynskir tú eitt heilt gott og samstundis bíligt tekni- og myndaviðgerðingsforrit, er eingin ivi um, hvat tú eigur at velja. So eitur forritið Windows Draw 6. Hetta er nýggjasti layout pakkin frá Micrografx, og hann er enntá umsettur til danskt. Forritið kann alt, sum bæði ein vanligur og ein meiri tráðandi brúkari nýtist.


Trý í einum

Pakkin inniheldur trý forrit, tvey á donskum og eitt á enskum. Tey umsettu eru ávikavist Windows Draw, sum er eitt einfalt og brúkaravinarligt tekni- og layout forrit, og PhotoMagic, ið er eitt eins lætt myndaviðgerðarforrit. Hitt seinasta er Picture Publisher, ein meiri professionel útgáva av PhotoMagic. Forritið er so avgjørt fyri víðarikomin, men kortini gott at hava í nánd um ein hevur brúk fyri meiri framkomnum funktiónum.


Tað nýggja

Tað nýggja í mun til eldri útgávur av forritinum er ­ og tað kemur kanska ikki óvart á ­ at tey nú eru útgjørd við Internet-funktiónum, so at ein kann vísa sínar myndir á egnari heimasíðu, um ein hevur eina slíka.

Sera lætt

Annars er avgjørdi fyrimunurin við forritunum tær mongu og væl tilrættisløgdu hjálpifunktiónirnar.

Windows Draw er eitt heilt vanligt tekniforrit, sum flestu okkara ikki høvdu fingið nógv burtur úr, um forritið ikki hevði tær mongu skabelónirnar. Tað finnast skabelónir til stórt sæð alt, heilt frá føðingardagskortum og brúdleypsinnbjóðingum til tíðindaskriv og uppstilling av minni roknskapum. Skabelónirnar kunnu redigerast eftir vild, og til ber at seta myndir og clip arts inn ella at skanna egnar myndir inn við PhotoMagic.

Við í pakkanum er ein long røð av nýggjum donskum clip arts, sum kunnu taka dystin upp við tað annars ógvuliga amerikanska sniðið, ið framvegis eyðkennir forritini.

Forritini eru av hála-og-slepp slagnum. Ikki er neyðugt at kenna snigfundigar styttingar sum RGB ella HSL til tess at velja røttu litirnar og stilla ljósið rætt. Hetta fer alt fram við at klikkja seg ígjøgnum eina røð av myndum, ið eins og ein litskali alla tíðina víðkar um litavalið. Tað er snilt og sera effektivt.

Tekniforrit krevja vanliga nógv av brúkaranum, og tey verða helst ongatíð so líkatil at arbeiða við sum tey góðu tekstviðgerðarforritini. Tí eru tey mongu tutorials, sum eru innbygd í forritunum, gull verd. Har eru skeiðfunktiónir, har ein í aðrari síðuni av skíggjanum alla tíðina kann fáa vegleiðing til ta funktiónina, ein er í holt við. Stig fyri stig verður ein soleiðis fylgdur ígjøgnum gongdina. Hendan hjálpin kann sjálvandi tendrast og sløkkjast eftir vild.


Fakta

Windows Draw 6 hevur tað, ið skal til, og eitt sindur aftrat, og er samstundis óført at arbeiða við. Tað krevur eina Pentium við Windows 95 ella NT og 16 MB RAM og í minsta lagi 55 MB av plássi á harðdiskinum.