Gaza-veitingar: - Ein dropi í havinum

- Dagsins hjálp er ein vælkomin glotti av vón, men hjálpin er sum ein dropi í havinum, sigur hjálparfelagsskapur.

Í dag varð Rafah-marknaðliðið millum Gaza og Egyptaland latið upp, soleiðis av lastbilar við neyðhjálp kundu koyra inn í Gaza.

 

Talan var um 20 lastbilar við medisinskari hjálp, vatni og mati, sum Reyði Hálvmáni í Egyptalandi hevur latið til neyðhjálpararbeiðið.

 

Tað er felagsskapurin, sum upplýsir hetta á X, fyrrverandi Tvitter, og Reyði Hálvmáni er systirfelagsskapur hjá Reyða Krossi.

 

- Dagsins hjálp er ein vælkomin glotti av vón, men hjálpin er sum ein dropi í havinum. Vit heita á altjóða samfelagið um at tryggja framhaldandi neyðsynjarvørur til Gaza.

 

Felagsskapurin sigur tað vera umráðandi, at eisini ísraelsk marknaðlið verða latin upp fyri hjálp inn í Gaza. 

 

Fyribils er tað bara fólkið í syðra parti av Gaza, sum hava fingið lut í neyðsynjarvørum. Brennievni var ikki við í hjálpini í dag, og her kemur Reyði Hálvmáni við einari ávaring:

 

- Uttan brennievni ber ikki til at fáa steym, og tískil eru í túsundatali av palestinum í vanda fyri at doyggja á sjúkrahúsi.

 

Lagt verður aftrat, at uttan brennievn kunnu sjúkrabilar heldur ikki koyra.

 

Sambært CNN varð egyptiska marknaðliðið stongt aftur, eftir at teir 20 lastbilarnir vóru farnir um liðið við neyðhálparveitingum.