Mentunarhúsið var heldur deyðligt í gjár. Har var ikki gjørt nakað serligt burturúr at prýða hølini, og fólk tóktust ikki ordiliga at vita, hvussu tey skuldu uppføra seg. Har mátti líka sum ein kollektivur dialogur til, áðrenn stemningurin loysnaði eitt sindur, men áskoðarafjøldin kom ongantíð upp á hæddirnir, sum hesir bólkarnir hava uppiborðið. Generelt var ljóðið rættiliga óruddiligt, men tað gjørdi ongan bilsnan, tí bólkarnir høvdu ikki nakrar ljóðroyndir áðrenn konsertina.
Heilir 12 bólkar luttóku í kappingi í gjár, og eg fari at royna at skriva eitt lítið brot um hvønn teirra.
Fyrsti bólkur á pallin var tann bólkurin Purpur. Tey lýsa teirra tónleik sum kristnan, melidiøsan rokk, og tað er heldur ikki langt við síðunar av. Tó kann ein kjakast um tað melodiska elementið, tí mín uppfatan av teirra tónleiki er at melodiirnir eru at finna í gittarlinjunum heldur enn í sanglinjunum.
Tá ið hugsað verður um, at bólkurin var stovnaður í 2005, kunnu vit siga at teirra framførsla var ók. Har var ikki nógv hjá dómarinum at fara eftir, tí at tey høvdu ikki so nógv egið í sínum tónleiki. Men Purpur spældi fínt, og gav okkum eina fína byrjan uppá eitt spennandi kvøld.
Og so komu stóru favorittarnir á pallin. Nógv vænta sær nógv av Lama Sea, og hetta er merkisvert tá ið hugsað verður um, at bólkurin ikki er so gamal. Lama Sea komu brestandi inn í okkara tónaverð til undanfarna Prix Føroyar, og úrslitið gjørdist at teir nú mugu røkja favorittrolluna.
Um teir vóru nervøsir at byrja við, veit eg ikki, men teir vóru rættiliga spakir í fyrstuni. Teir løgdu heldur friðarliga út, men útloystu so orkubumbuna í okkara andlit við næsta lagnum. Teir eru feitir at hyggja at, tí teir hava eina tjekkaða her komi eg- atitydu. Og so er tónleikurin eisini heilt ótrúliga stuttligur og hendingarríkur at lurta eftir. Teir komu væl frá teirra framførðslu, sjálvt um eg onkuntíð saknaði eitt sindur meir av konsentratión í spælingini. Har vóru nakrir smærri feilir, og onkrar passagir sótu ikki so væl, sum man kundi ynskt sær.
Almost Perfect er ein trio. Teir fingu eina langt frá Almost Perfect byrjan, við at oyðileggja tann eina gittarin. Hetta seinkaði teirra framførðslu nakað, men skjótt kom ein gittarleikari og bjóðaði sær at lána teimum sín gittara. Men so komu teir í sving, og hetta var ein fitt framførðsla av friðarligum tónleiki. Tað var trupult hjá teimum at spæla tight, tí tónleikurin var so mikið friðarligur, at áskoðarirnir hoyrdist minst líka væl sum teir. Teir spældu bara eitt lag, men har var materiali til nógv løg í hesum eina, tí at har vóru so nógv ymisk stykkir.
Hjalti í brynju
Vanligi gittarleikarin hjá Týr er Terji Skibenes, men hann var sjúkur í gjár, og tískil mátti maður koma í manns stað. Og loysnin gjørdist legendariski Hjalti Joensen. Týr góvu Hjalta eina brynju, og so bumbaðu teir tónleikin í 5. gear. Teir spældu bara eittans (langt) lag, og tað var Ramund hin unge. Ljóðið var ørkymlandi hjá Týr, tí at tú hoyrdi bara gittararnar frá pallinum, og tað er nógv ov spakuligt. Men so við og við, gjørdist ljóðið frægari, og tá kundi tú betur konsentrera teg um tónleikin. Týr var fyrsti bólkurin sum spældi ordiliga væl. Teir eru væl samanspældur (hóast Hjalti bara er avloysari), og teir hava eitt heilstoypt konsept, sum er ógviliga polerað. Hjalti hevur tó ein heilt annan stíl enn Terji Skipenes. Hann hevur eitt rundari, bleytari ljóð, men hóast tað so var hann ein perfektur avloysari. Tað var ongin ivi um, at Týr skuldu aftur á pallin leygarkvøldið.
Frostbit er ein bólkur úr Eysturoynni. Og sum eg havi verið inni á áður, so er tað ein bólkur sum tók Clickhaze´ianska ljóðið til sín. Tey spæla hetta slagið av tónleiki, har tú skalt flóta omanfyri skýggini og droyma teg inn í ørkymlandi, vakrar støður. Fyri meg, eru Frostbit alt ov nógv inspireraði av bólkunum norðanífrá. Tú hoyrir alt ov nógv elementir úr Cickhaze tíðini, og hetta er keðiligt, tí hendan kritikkin fingu tey eisini til undanfarna Prix. Kanska vilja tey ikki flyta seg frá hasum mátanum at spæla uppá, og tað er eisini fair, men tey mugu arbeiða uppá at finna okkurt egið í tónleikinum, tí sum nú er, er tónleikurin og lindið alt ov pátikið. Tey spæla annars útmerkað, men har var onki sum skaraði framúr hjá teimum. Melodiirnir vóru bygdir á laaaaangar sangstrofur, og hetta gjørdist sera troyttandi í longdini.
TME skrivaðu søgu. Tað er ein bólkur úr Hvalvík, og tað er ikki á hvørjum degi, at vit upplivað tónleik haðani. Tað hoyrdist at tónleikurin var rættiliga ferskur, og hevði havt gott av at fingið nakrar vikur afturat í venjingarhølunum. Men tað er at frøðast um, at hvalvíkingar eru fanir at blanda seg á føroyska tónleikapallinum.
Og so komu The Derams á pallin. Frammanundan vóru teir skýrdir at verða favorittar at vinna seg í tjóðarfinaluna, og tá ið teir fóru av pallinum, var tað so sanniliga eisini uppá sítt pláss at kalla teir favorittar. Teirra tónleikur er ógviliga stílreinur. Teir spæla eitt nútímans slag av teen/punk/rock sum vit kenna tað frá bólkum sum Grenn Day. Tó haldi eg meg hoyra eitt ávíst persónligt touch í The Dreams, og tað frøði mítt hjarta. Teir eru heilt einfalt klassi! Teir virka sum um teir eru í góðari venjing, smálutirnir sita væl, og um man skal tosa um ein bólk við altjóða apeal, so munnu The Dreams verða eitt av okkara bestu boðum uppá tað.
Moja er sokallaður superbólkur. Tey hava føroyskar heimsstjørnur sum manning, og tískil vóru tey mett at verða ein upplagdur kandidatur at vinna seg í tjóðarfinaluna. Og tey skuffaðu ikki. Orkestrið svingaði sera væl, og sangarinnurnar sungu sera væl. So hetta burdi verið piece of cake hjá teimum. Og tað var tað eisini. Uttan at fáa nakað í kók, spældu tey seg trygt inn í tjóðarfinaluna. Sjálvur haldi eg, at løgini vóru eitt sindur 80´araslig, so eg loyvi mær at ivast í, um hetta er ein bólkur, ið vit skulu rokna við fer at vinna seg allan vegin til London. Tað var ógviliga trygt og pent, og gjørdist meir ella minnið ófarligt. Eg saknaði eitt sindur av einum broddi, sum gav tónleikinum ein greiðari samleika.
Singer/writer stílurin verður nógv spældur fyri tíðina. Og Lív Hansen er spælur tónleik frá tí traditiónini. Hennara framførðsla var ógviliga intim. Lív tekur seg væl út á pallinum, og hon hevur okkurt yvir sær, sum ger at ein trýr uppá tað ið hon sigur. Hennara bleyti, eymi tónleikur er væl skrivaður, og hon syngur teir eisini sera væl og inniligt. Orkestreringin av fyrsta lagnum var tíðanverri ikki góð. Bólkuri spældi alt ov hart uppímóti hennara rødd, og hetta ørkymlaði ikki sørt. Tó gjørdu teir (saman við ljóðmanninum) alt gott aftur í næsta lagi. Hetta er eitt einastandandi lag, nokk tað besta á kvøldinum! At Lív ikki var vald at koma víðari, irriterar meg, tí at hon er eitt ordans talent, sum so sanniliga hevði kunna tikið plássið hjá onkum av hinum bólkunum í tjóðarfinaluni.
Synarchy eru ein rokkbólkur, sum bara koyrur frameftir. Ljóðið hjá teimum er milt sagt rótut og óruddiligt, men teir eru stuttligir at upplivað, og teir hava nógv uppá hjarta. Men teir spæla ikki serliga væl, og burdu hugsa meiri um samanspæli, tí tað hevði lyft teirra tónleik á eitt heilt annað støðið. Eg hevði ilt við at hoyra løgini fyri larmi. Og tað kann ikki vera meiningin, ha?
At enda kom ein nýggjur bólkur á pallin. Bólkurin Non Sence er av Eiði, og teir spæla rokk. Stílurin var rættiliga difusur teir leita helst enn eftir tí rætta soundinum, men tað hoyrdist á teimum, at teir hava potentiali til at gerast góðir. Teir spæla sum ein trio, og tað er rættiliga torført at fylla ljóðmyndina út sum ein trio, og eisini krevur tað ótrúliga nógv av teimum einstøku tónleikarunum. Men tað sá ikki út til at nerva Non Sence, sum bara koyrdu á. Og teir gjørdi tað fínt.
Nú var bara eftir at fáa at vita hvør ið var komin víðari, og hvør ið ikki slapp at luttaka í tjóðarfinaluni. Teir flestu bólkarnir vóru upplagdir, og tá ið vit fingu at vita at Lama Sea, Týr, Frostbit, The Dreams, Moja og Synarchy komu víðari, var tað ikki eitt so øðiliga stórt yvirraskilisi. Tó haldi eg persónliga at Lív Hansen skuldi átt tað eina plássið. Eg gleði meg at hoyra meira frá henni.
Javnstøðan hevur tað gott
Hóskvøldið vóru 12 bólkar á pallinum. Og ofta hevur verið kjakast um, at tað eru ov fá konufólk sum spæla tónleik í Føroyum. Men í gjár upplivdu vit nakað deiligt. 6 kvinnur vóru á pallinum og sungu. Laila Hansen, Barbara Carlsen og Vanja Justinusen sungu í Moja, Lív Hansen syngur sjálvandi við Lív Hansen, Torfríð Arnfríðardóttir syngur í Purpur og Carla Martha Josenius syngur í Frostbit.
Felags fyri allar kvinnurnar er, at tær allar syngja. Vónandi fara vit skjótt at síggja tær spæla uppá bass, trummur ella gittar.