Leygarkvøldið var endaumfarið av stóru tónleikakappingini GBOB í Fuglafirði, har vinnarin sleppur til Onglands at kappast ímóti øðrum bólkum kring heimin um 100.000 USD. Fríggjakvøldið var undanumfarið, har 16 bólkar kappaðust um at sleppa víðari til stóru finaluna leygarkvøldið. Í gjár fóru so 8 bólkar á pallin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fyri at kappast um at gerast Føroya besti bólkur. Hesir bólkarnir vóru Fuckin? A, Beale Street, Ineptus, Synarchy, Eager to Please, Credo, Boys in a Band og The Story Ends.
Hóast tað ikki vóru eins nógv fólk til finaluna og til undanumfarið, var huglagið sera gott alt kvøldið. Bólkarnir, ið vóru komnir víðari, spældu allir sera væl og ljóðtrupulleikarnir, sum vóru fríggjakvøldið, vóru loystir.
Undirhaldandi bólkurin Boys in a Band gjørdist stóri vinnarin hetta kvøld, meðan The Story Ends, ið nýliga er komin saman aftur, varð nr. 2 og Fuckin? A við trimum SIC-monnunum Frans Galán, Mikkjal Gaard Hansen og Magnus Hansen vórðu nr. 3.