Venjarin hjá Kyndilskvinnum, Geir Wardum ætlar sær at sova væl í nátt, nú hann og lið hansara loksins megnaðu at koppa neistakvinnum, og harvið vinna sær rættin at spæla ta triðju FM-finaluna.
Geir Wardum metir, at "fuglurin er særdur", og tí sær hann møguleikan fyri, at hansara lið kann fara allan vegin í tí triðju FM-finaluni, sum verður á skránni í morgin klokkan 14.30 í høllini á Hálsi í Havn.
Aftaná dystin prátaði Tróndur Arge við Tommu Petersen, Geir Wardum, Jóruna Ludvig og Kára Horn, venjara hjá Neistanum.
Tey prátini kunnu hoyrast í ljóðbrotinum undir greinini. Fremst í ljóðbrotinum ber til at hoyra ta seinastu løtuna av dystinum millum Kyndil og Neistan, sum Kyndil vann 21-18.