Kyndilskvinnur vunnu sær í dag ein lítlan fyrimun í stríðnum at røkka FM-finalu plássinum. Kyndil vann 19-16 á Stjørnuni norðuri í Klaksvík, meðan VÍF/Tjaldur bert megnaði javnleik 27-27 ímóti VB suðuri í Vági.
Hetta merkir, at kyndilskvinnur eru eitt stig frammanfyri VÍF/Tjaldur.
Venjarin hjá Kyndli, Geir Wardum fegnast um avrikið verjan legði fyri dagin, har tað eydnaðist at halda Stjørnuni niðri á 16 málum. Hann er tó ikki bara fegin um avrikið í dag. Hann heldur, at tað má arbeiðast við tí framrættaða partinum, tí at skjóta 19 mál er ikki nøktandi fyri eitt lið, sum ætlar sær í FM-finaluna.
Jan Ottosen venjari hjá VÌF/Tjaldur varð lættur um, at hansara spælarar bjargaðu einum javnleiki, so VÌF/Tjaldur enn hevur møguleikan at avgera tingini í teimum seinastu fýra dystunum í grundspælinum. Hann var tó harmur um, at liðið fekk eina ringa byrjan, har VB eitt skiftið varð á odda 13-6, men hann kundi staðfesta, at tað eydnaðist aftur hansara spælarum at vinna sær stig ímóti dystarenda. VB hevði brotskast, tá støðan var 27-26 til VB, og tá kundi korthúsið verið rapað.
Tað ber til at hoyra prátini Rás2 gjørdi við Geir Wardum og Jan Ottosen undir greinini.