Geisa: Ein nýggj buffét-matstova í Havn

Á triðju hædd í Havnar Klubba letur mikudagin upp nýggj matstova, nevnd Geisa

Talan er um matstovu, sum Pætur Skeel Nolsøe, Rúni M. Djurhuus og Tóki Skeel Nolsøe, sum hava royndir frá Angus Steakhouse, og Ingi Solberg Joensen og Hjalti Hvítklett frá Pizza 67 hava stovnað.

Sjálvir siga teir, at konseptið við Geisa er góðskumatur til ein lagaligan penga.

– Vit eru ein nútímans matstova, sum borðreiðir við stórum sjálvtøkuborði við hópin av leskiligum kjøti, salatum, suppu og øðrum leskiligum.

Kokkur sker kjøtið niður til tín, og í matstovuni gongur eitt starvsfólk við flógvum kipsi og bjóðar tær á borðriskin. Geisa er ætlað vaksnum fólki, sum vil njóta ein góðan bita í sera hugnaligum og nútímans umstøðum - alt hetta fyri ein lagaligan penga, siga teir.

##med2##

Matstovan heldur til í hølunum í bygninginum hjá Havnar klubba, har kinesiska matstovan Nantong húsaðist í nøkur ár.

Matstovan bjóðar frokost sjálvtøkuborð fyri 159 krónur fríggjadag til sunnudag og um kvøldið er prísurin 239 krónur.

##med4##

Navnið »Geisa« hava teir frá loganum av eldi.

– Upprunin til navnið er, at grillað kjøt verður snúvningsásin á matarlepanum, sigur Rúni M. Djurhuus.

##med5##

Nýggja matstovan hevur opið mikudag og hósdag frá klokkan 17:30 til 21:30.

Fríggjadag, leygardag og sunnudag frá klokkan 11:30 til 14 og frá kl 17:30 til 21:30.

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##