Seglbáturin Svalan úr Torngisvági sakk fríggjakvøldið út fyri spanska útnyrðingshorninum. Tvey fólk vóru umborð, og tey vóru ongantíð í nøkrum vanda, greiðir Viberg Sørensen, eigari og skipari á Svaluni, frá.
Hann sigur, at tey sigldu á einhvønn reka, sum gjørdi hol í bakborðsbógv. Hevði lensipumpan, sum spanska bjargingartænastan setti umborð á Svaluna, ikki gingið fyri, hevði báturin uttan iva verðið bjargaður, sigur Viberg Sørensen.
Pumpan, sum kom umborð, kláraði væl at halda bátinum lens. Men hon steðgaði. Og áðrenn tað eydnaðist at fáa aðra pumpu umborð, sakk Svalan.
Longri ferð
Viberg Sørensen og konan Jóna vóru tveyeini farin eina longri ferð við seglbáti teirra Svaluni.
Tey vóru farin umborð í Wales og ætlaðu sær suðuryvir. Tey høvdu siglt suður gjøgnum Írska Havið, fram við ensku suðurstrondini og um Ermasund. Høvdu síðan fylgt europeisku strondini suður um Biscayavíkina.
Tey fóru úr La Coruna í útnyrðings Spania um ellivutíðina fríggjadagin. Sigldu vestur við strondini og fóru um Cape Finesterre, greiðir Viberg Sørensen frá.
Um seks tíðina um kvøldið vóru tey stødd einar tríggjar-fýra fjórðingar úr landi eitt sindur sunnan fyri høvdan. Veðrið var av tí besta. Eitt lot aftaná, so báturin gekk heilt væl við seglum. Tey sótu og ótu og hugnaðu sær á dekkinum, tá tey merktu eitt harðligt sett í bátinum.
?Eg leyp aftur á hekkuna at hyggja eftir, hvat hetta var, vit sigldu á, men sá einki. Síðan fór eg niður í maskinrúmið at vita, um sjógvur var har. Men har var alt í lagi. So niður í lugarið, og har var sjógvur at síggja. Tá eg so hugdi fram í ketukassan, sá eg, at hann var fullur av sjógvi, sigur Viberg Sørensen.
Hann sigur, at hann sá eina sandstrond beint innan fyri tey og setti motorin í gongd og sigldi við fullari ferð móti landi við teirri ætlan at seta bátin á land har.
Sleipaður
Viberg Sørensen sigur, at hann sendi neyðakall, beinanveg, hann var varugur við, at báturin lak, og fekk at vita, at ein bjargingarbátur og ein tyrla frá sponsku bjargingartænastuni vóru á veg.
Meðan siglt varð móti landi, gekk lensipumpan sjávandi. Men um hálvgum átta tíðina um kvøldið, tá tey vóru umleið hálvfjórðing úr landi, steðgaði maskinan, tí so nógvur sjógvur var í maskinrúminum.
Spanski bjargingarbáturin var nú komin til Svaluna, og ein lensipumpa varð sett umborð. Hon kláraði skjótt at tøma bátin, so tað sá bara heilt væl út, greiðir Viberg Sørensen frá. Sjálvur varð hann verandi umborð á Svaluni saman við einum spanióla. Konan fór umborð á bjargingarbátin. Gjørt varð av at sleipa Svaluna til eitt útróðrarpláss eitt sindur norðari.
?Veðrið broyttist eitt sindur, og tað gjørdist meira drabbut, í myrkrinum. Og so steðgaði lensipumpan, sum komin var umborð. Vit arbeiddu upp á hana. Hetta var ein pumpa, sum skuldi startast sum ein páhangsmotrur við snóri. Spaniólin var so óheppin, at hann sleit snórin, og so fór hon ikki í gongd aftur. Sjógvurin vaks nú skjótt aftur í bátinum, og hóast bor vórðu send eftir nýggjari pumpu, sá eg skjótt, at her gjørdist galið, sigur Viberg Sørensen.
Teir fóru umborð á bjargingarbátin og kundu bara standa og hyggja at, meðan Svalan tyngdist alt meira og meira.
?Klokkan 22.25 fór hon á høvdið og stakk afturendan beint upp í loft. Har stóðu konan og eg og sóu hana fara undir eftir høvdinum. Tað seinasta, vit sóu, var tað føroyska flaggið, sum hvarv. Tað var ein ræðulig kensla, sum eg vildi verið fyri uttan, sigur Viberg Sørensen.
Í bygdini, tey komu til, var eitt bátafelag, sum tók væl í móti teimum og sýndi teimum stórt hjálpsemi, sigur hann.
Svalan sakk á 52 metra dýpi, og verður neyvan tikin uppaftur. Hon var tryggjað, segði Viberg Sørensen, tá Sosialurin tosaði við hann í telefon úr Odense, har hann var staddur mánadagin.