Gekk ikki í Gekkinum

Bæði í fyrsta og øðrum drátti í kvøld var Solveig Dalsgaard nær við at gerast Gekka-miljóningur.

Tað var Solveig Dalsgaard, sum í Gekka-spælinum í kvøld fekk fulla plátu, slapp ígjøgnum og slapp at snara hjólinum.

 

Hon valdi at deila høvuðsvinningin á 3,2 miljónir krónur í allar tríggjar leyparnar - við 1,1 miljón í hvørjum leypi.

 

Bæði í fyrsta og øðrum drátti var hon nær við at gerast Gekka-miljóningur. Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 10.000, sum faldað við 10 hevði givið Solveig Dalsgaard 100.000 krónur.

 

Men, hon valdi at snara hjólinum aðru ferð, og hesaferð kom hon á 12.500 krónur, sum faldað við seks, hevði givið henni 75.000 krónur. 

 

Nú Solveig Dalsgaard hevði verið rættiliga nær við, bæði í fyrsta og øðrum drátti, gjørdi hon av eisini at royna eydnuna triðju og seinastu ferð.

 

Men, hesaferð gekk tíverri heldur ikki.

 

Í triðja drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin í kvøld. Solveig Dalsgaard kann tó ugga seg við, at hon brúkti allar tríggjar møguleikarnar.

 

Næsta fríggjakvøld verður høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum 3,4 miljónir krónur.