Gekk ikki sum Benjamin tippaði

Í hesum HM-tíðum verður nógv gjørt við kappingar av ymiskum sløgum fyri at tippa um úrslitini av dystunum. Eisini í Fuglafirði er hesin møguleikin til staðar.

Ein av teimum fyritøkunum sum hevur eina slíka kapping gangandi í løtuni, er handilin hjá Haraldsen í miðbýnum í Fuglafirði.
Á eini plakat verður sagt frá, hvørjir vinningarnir eru henda dagin.
Undir hesi plakatini standa tveir ungdómar, - ein genta og ein drongur. Tey geva sær ikki far um nakað annað enn tippingina.
Tað er týsdagur og um ein slakan tíma byrjar næsti dysturin millum Brasilia og Ghana. Nú skal seðilin fyllast út, har metast skal um úrslitið av hesum dystinum og hinum dystinum, sum skal leikast seinni um kvøldið.
- Eg fylgi væl við í HM-kappingini, sigur 11 ára gamli Benjamin Simonsen.
Gitir hann bæði úrslitini rætt er hann við í lutakastinum um ein kassa av sodavatni og somuleiðis í lutakastinum um høvuðsvinningin.
 
Ikki so gott lið
Umframt at fylgja væl við í HM-kappingini so spælir Benjamin eisini fótbólt við býarfelagnum ÍF. Hann spælir við A-liði teirra í piltadeildini.
Í dag var hann farin oman til Haraldsen at keypa inn fyri mammu sína. Og hví ikki brúka høvið at tippa tvey úrslit og so kanska vinna høvuðsvinningin, sum er ein MP3-spælari.
Hann heldur við Onglandi, men týsdagin átti hetta liðið ikki tørn at spæla. Ístaðin skuldi Brasilia spæla móti Ghana og Spanien móti Fraklandi.
Fyri Benjamin var eingin ivi um, at Brasilien fór at vinna móti Ghana. Men við hinum dystinum var kanska heldur størri ivi.
- Eg vænti tó at Spanien fer at vinna, tí tað franska liðið er ikki so gott, sigur Benjamin.
(Seinni skuldi tað vísa seg, at hann bara gitti rætt í fyrra førinum).
Júst ímóti tí, sum mong høvdu væntað vann Frakland sannførandi 3-1 á Spanien!