Gekk illa hjá Tromsø

Føroysku flogbóltsútisetarnir í Noreg, Bárður B. Mikkelsen og Rúni Weihe, spældu leygardagin útidyst móti Randaberg IL í Stavanger.
Á heimasíðuni hjá Tromsø verður skrivað, at talan var um eitt tað lakasat avrikið hjá liðnum í longri tíð. Tað eydnaðist kortini liðnum at vinna fyrsta settið í dystinum, men síðani gekk bara skeiva vegin. Ein glotti var tó at hóma í triðja settinum, men tá teir hóast 24-22 leiðslu taptu hetta, fóru menn heilt niður við høvdinum, og so gjørdist 3-1 tapið veruleiki.
Komandi vikuskiftið verður talan um dupultumfar hjá Tromsø, tá teir fara á vitjan í Oslo. Har skal nýggi venjarin hjá felagnum - føroyski landsliðsvenjarin, Magnus Aðalsteinsson - fyri fyrstu ferð standa á odda fyri liðnum. Fyrri dysturin í Oslo verður móti Lier, og sunnudagin skulu teir so spæla móti Oslo Volley.