Gekk javnt á í Vági

B36 vitjaði sunnudagin á Eiðinum í Vági, har FC Suðuroy tók ímóti. Tað gjørdist ein spennandi og undirhaldandi dystur, har tað gekk javnt á og úrslitið var eisini sambært hesum

Dysturin á Eiðinum sunnudagin á Eiðinum í Vági, gjørdist góður og undirhaldandi.
Tað var B36, ið byrjaði best, og teir trýstu fyrstu løtuna, men síðani gekk meira javnt á og FC Suðuroy kom við í dystin. Báðir partar tóktust at trýsta og óvíst var, hvør fór at hava eydnuna við sær.
Kanska var B36 eina tonn betri hesa løtuna, og tá eini 5-10 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, setti Johan Ellingsgaard bóltin í netið og B36 var á odda 1-0.
Hetta helt sær hálvleikin út. Í seinna hálvleiki tóktist, sum kom FC Suðuroy meira fyri seg. Tað er neyvan av leið at siga, at teir tað mesta a hálvleiknum høvdu lítla yvirvág í spælinum. Nógvar royndir vóru. Men rætt skal vera rætt, so stóðu báðir partar fyri undirhaldinum og gjørdu nógvar góðar royndir. Tað eydnaðist Mamuka at reka fleiri B36 leikarar av og seta bóltin í netið, so støðan gjørdist 1-1.
Hetta sá út til at geva mót, og FC Suðuroy smæddist ikki burtur, men átti tað mesta av seina hálvleiki, uttan tó at megna at fáa mál, tí neyvleikin var ikki har, hóast nógvar royndir at seta bóltin í málið. Málmenninir báðir fingu roynt seg, og gjørdust ikki kaldir, hóast smáar flykrur komu av himni, og eitt kalt lot var.
Men B36 kom aftur í dystin sum frá leið og tað gekk javnt á millum liðini. Sum heild kann tað sigast um allan dystin, at nokkso javnt gekk á, o at leikliga yvirvágin skifti millum liðini. Men í seinna hálvleiki sá fyrstu løtuna út, sum at B36 ikki skuldi vænta sær annað stigið, tí FC Suðuroy trýsti hart, men so við og við javnaðist meira aftur og at enda í dystinum royndu báðir partar at geva avgjørda mønustingin, men hesin kom ongantíð.
Bæði liðini fingu stig og ilt er at meta um, hvørt tey eru nøgd við tað, ti bæði liðini trýstu og høvdu goðar royndir, men máttu tó av vølli við einum stigi í part.